Størsti trupulleikin hjá støkum uppihaldarum er, at tað er alt ov dýrt at fáa nakað ordiligt at búgva í fyri ein prís, sum teir hava ráð at gjalda.
Hetta verður staðfest í kanningini, sum tær báðar, Annika Anthoniussen og Siri Hansen, løgdu fram í Miðlahúsinum mikukvøldið.
Hesum er Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum samd í.
- Stakir uppihaldarar hava tað alt annað enn gott. Og tað, sum er mest átrokandi er, at teir og aðrir bólkar í samfelagnum, fáa ordiligt tak yvir høvdið, ásannar hon.
Tær íbúðir, ella tey hús, sum stakir uppihaldarar og onnur hava ráð at fáa sær nú, eru mangan í ringum standi, tí tey hava ikki ráð at betala tað, sum tær góðu íbúðirnar og tey góðu húsini kosta at leiga og enn minni, hvat tey kosta at byggja ella keypa.
Og so kemur ótryggleikin, sum leigarar støðugt eru í við tað, at teir altíð kunnu verða uppsagdir við stuttari ávaring.
Hvørki í dag ella í morgin
Spurningurin er so, hvussu Rósa Samuelsen ætlar at loysa trupulleikan tað er at útvega bústaðir, tey hava ráð at gjalda.
Tað hava vit spurt hana um, men tað skilst á svarinum, at tað verður hvørki í dag ella í morgin, at ein loysn er á veg.
Men landsstýriskvinnan er sannførd um, at fyri stakar uppihaldarar og aðrar bólkar í samfelagnum, er svarið at útvega leiguíbúðir.
Og hon heldur eisini, at tað skal gerast ígjøgnum bústaðarpakkan, sum er á veg.
Bústaðarpakkin hevur verið á veg í mong ár, men Rósa Samuelsen vónar nú, at hann kann verða klárur at leggja fyri tingið einaferð hetta næsta árið.
- Bústaðarpakkin fevnir um lutaíbúðir, men tað kostar eisini nógvan pening at seta seg fyri eina lutaíbúð, hóast tey, sum byggja, fáa mvg afturrindað og fáa rentustuðul.
Skulu røkka saman
Landsstýriskvinnan sigur, at tað, sum er alt avgerðandi er, at tey, sum skulu búgva í íbúðini, eisini fáa endarnar at røkka saman fíggjarliga.
Hon heldur tí, at tað er neyðugt at stakir uppihaldarar og aðrir bólkar, eisini kunnu fáa umstøður at leiga sær eina góða íbúð, uttan at hava ábyrgdina av umvælingum og uttan at hugsa um rentur og avdrátt.
- Bara soleiðis ber tað til at fáa endarnar at røkka saman, so at tey framvegis fáa fíggjarligt frælsi at forsyrgja sínum børnum á einum nøktandi støði.
Tey fara eisini at kanna eftir, hvussu leiguíbúðir kunnu verða umfataðar av bústaðarpakkanum og so verður eisini neyðugt at gera neyðuga lógargrundarlagið, so at tað ber til hjá kommunum, íbúðarfeløgum, felagsskapum, fakfeløgum ella hvør tað skal vera, at byggja leiguíbúðir.
- Hetta er tað einstaka tiltakið, sum hevði munað best sigur Rósa Samuelsen.
a