Nýggja VikuBlaðið kemur út mánakvøldið

Tað var hósdagin, at Miðlahúsið gjørdi avtalu við Sp/f Petur & Petur um at yvirtaka navnið og konseptið hjá Vikublaðnum. Og fyrsta blaðið kemur longu mánadagin.

Miðlahúsið hevur seinasta árið givið út Mánaðarblaðið, sum er komið út fast eina ferð um mánaðin og annars eftir tørvi. Hetta blaðið stegðar, nú Miðlahúsið fer at geva út VikuBlaðið í staðin.

Fyrsta blaðið verður borið út við Posta mánakvøldið, og verður blaðið 48 síður við lýsingum og lættari lesitilfari.

Í blaðnum ber eitt nú til at lesa samrøðu við Magna Arge, stjóra í Atlantsflogi, sum er sera spentur upp á nýggja Airbus 319 flogfarið, sum kemur í mars næsta ár. Hann væntar, at tað fer at geva fleiri og bíligari ferðamøguleikar.

Harumframt er temaið í næstu viku um eystanstevnuna, sum verður í Runavík næsta vikuskifti.