Nýggja og illa smittandi slagið av covid-19 smittuni, sum fyrst varð staðfest í Onglandi, nærkast Føroyum.
Seinastu vikurnar hevur B117, sum úrbregðið kallast, verið staðfest kring Europa, og í morgun vísir nýggj kanning hjá danska Statens Serum Institut, at B117 eisini er komið til Danmarkar. Sannlíkt er, at B117 eisini fer at koma til Føroya.
– Vit fylgja gongdini neyvt, og vit kunnu ganga út frá, at vit eisini fáa hesa nýggju mutatión av covid-19 til Føroya, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni.
TV2 skrivar, at Statens Serum Institut hevur kannað positivar royndir av covid-19 í Danmark og hevur funnið fram til 86 dømi um B117 í Danmark. Higartil eru bert 11 prosent av royndunum kannaðar, og tí verður roknað við, at meira enn 700 tilburðir eru.
– Bara tað, at hetta slagið av covid-19 smittar verri, ger, at vit kunnu fáa fleiri sjúk fólk, enn vit hava havt, og tað stúra vit fyri, sigur Henrik Ullum, stjóri í Statens Serum Institut, við TV2. Hann roknar við, at B117 kann fara at verða tað mest vanliga slagið av covid-19 í Danmark um eina tíð.
Landslæknin bað herfyri Heilsufrøðiligu Starvsstovu um at greina positivar koronaroyndir fyri at vita, um nýggja slagið av covid-19 var komið til Føroya. Niðurstøðan av 22 kanningunum var, at B117 var ikki funnið í Føroyum.
– Higartil hava vit ikki kunnað staðfest nýggja variantin av koronu í Føroyum, men vit hava onkrar royndir eftir at kanna, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni.
##med2##
Nýggja slagið av covid-19 smittar 56 prosent verri enn mest vanliga slagið av sjúkuni, men tað er ikki staðfest, at fólk verða verri sjúk av hesum slagnum, og líkt er til, at nýggju koppingarevnini eisini verja ímóti hesum slagnum av covid-19.
– Vit hava hildið, at tað hava verið ymisk sløg av covid-19 í Føroyum, og at tey hava smittað ymiskt, men vit hava ikki kunnað dokumentera tað. Hetta nýggja slagið av covid-19 smittar verri enn onnur sløg, og tað hevur við sær, at vit skulu vera a varðhaldi næstu tíðina, sigur Lars Fodgaard Møller.
– Vit hava smáar meskar í Føroyum, og tí rokni eg við, at vit eisini fara at megna at girða nýggja slagið av smittuni inni, sigur landslæknin.
Í løtuni eru 56 fólk sjúk við koronu í Føroyum. Tvey fólk liggja á sjúkrahúsi.