Nýggja Fólkaskúlaráðið skal menna fólkaskúlan

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, hevur tilnevnt limir í eitt nýtt Fólkaskúlaráð, sum skal ráðgeva landsstýriskvinnuni um, hvussu vit fáa ein betri fólkaskúla.

Ráðið skal m.a. koma við tilmælum um at seta í verk royndar- og menningar- og granskingarverkætlanir.
Í fyrsta lagi vil landsstýriskvinnan, at Fólkaskúlaráðið veitir ráð og tilmæli um, hvat eigur at verða gjørt fyri at menna fakliga støðið hjá næmingum, umframt námsfrøðiliga og fakliga førleikan hjá lærarunum og undirvísingarliga leiðsluleiklutin hjá skúlaleiðarunum.
Somuleiðis skal ráðið geva tilráðing um royndar-, menningar- og granskingarverkætlanir á hesum økjum:
- skúlabygnað og royndarætlanir í sambandi við skúlasamstarv
- tímabýtið og lærugreinaskipanin
- námsfrøðiligi leiðsluparturin
- eftirútbúgvingartørv og skipan
- sernámsfrøðiliga økið
Ráðið er soleiðis mannað: Aftara rað frá vinstru: Mai Laksafoss Simonsen, Marjun Ziskason, skrivari, Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, Karolina Matras, forkvinna, Jenny Lydersen, samskipari og Tonnie Strøm. Fremra rað frá vinstru eru tað Hans Jón Juul Thomsen, Andrass Henriksen, Jákup Eli S. Olsen, og Mannbjørn Olsen.
Seinasti ráðslimurin, Jónleif Johannesen, er ikki við á myndini.
Knýtt at arbeiðinum í Fólkaskúlaráðnum verða tveir serfrøðingar, Niels Egelund og Julius Bjørnson, og ráðið fer eisini at leita sær hjálp hjá øðrum serkønum.
eirikur@sosialurin.fo