Nýggj verk á summartónum

Aftur í ár fara Monika Stauss Joensen á violin, Birgitte Schnakenburg á klaver og Ken Jones á trompet, at spæla sum Kamartrio á Summartónunum næsta vikuskiftið

Tey fara at spæla eitt verk fyri violin og klaver eftir Smetana og eitt verk fyri trompet og klaver eftir Hubeau.

Somuleiðis fara tey at spæla tvey nýggj verk fyri violin, trompet og klaver, eftir Leif Hansen og Paula í Sandagerði.

Talan er um tvey verk, sum eru skrivað til hetta høvi og hesa samansetning av ljóðførum.

Men harumframt fara tey eisini at spæla hvør sítt lag fyri ávikavist violin og klaver og trompet og klaver. Tey hava

Eisini í ár skipar felagið Føroysk Tónaskøld fyri ymiskum konsertum runt um landið við tí endamáli, at menna føroyskan tónleik.

Konsertir við Moniku, Birgitte og Ken verða í Mentanarhúsinum í Fuglafirði næsta fríggjakvøkd, í Listasavninum á Sandi næsta sunnudag og í Norðurlandahúsinum næsta mánadag.

Á myndini eru tey Birgitte Schnaken, vinstrumegin, Monika Stauss Joensen, í miðjuni, og Ken Jones.