Síðstu árini er ein nýggj »vekingarrørsla«, LGBT, við altjóða stuðli, og við almennum fíggjarligum stuðli, vorðin meiri og meiri sjónlig, eisini her á landi.
Undan, undir og eftir ólavsøku, kundu vit hvørki blaða í Dimma ella Sosialinum, ella tendra fyri Útvarpi ella Sjónvarpi, uttan at vekingartónarnir frá hesi rørslu sóust og hoyrdust.
Jú, dugnalig og málrættað hava vekingarfólkini verið.
Hvat eru hetta so fyri vekingartónar?
Jú, nú skulu fólk av sama kyni kunna ganga saman í parlag/hjúnalag, og tí skulu landsins lógir broytast og smíðast so, at hetta verður gjørt lógligt.
Hvør skal vekjast?
Jú, helst alt Føroya fólk, men mest politikararnir, sum jú smíða landsins lógir.
Hvørjum skal so Føroya fólk, íroknað Føroya Løgting, vekjast frá?
Jú, tí fleiri túsund ára gamla almenna hugsannar- og livihátti, og tí meiri enn túsund ára gamla kristna siðaarvi her á landi, at eitt hjúnalag bara er millum ein mann og eina kvinnu.
Vekingarrøddirnar siga, at kærleikin er “kynsneutralur” og tí kann “parlagið/hjúnalagið” eins væl vera millum tveir menn ella tvær kvinnur.
Enn eru føroysku vekingarfólkini meiri hóglig, enn t.d. tey donsku, tí tey krevja eisini at kunna vera vígd í kirkjum.
LGBT krevur kanska ikki enn, at ættleiðing verður ein sjálvsagd fylgja av hesi broyting, tí tveir menn ella tvær kvinnur jú ikki á “nátúrligan” hátt fáa børn og harvið føra ættina víðari – føra samfelagið víðari.
Verður tað ónatúrliga, við lóg, gjørt lógligt og “natúrligt” hvussu kemur so familjumynstrið og samfelagið at síggja út, og hvussu koma t.d. komandi lærubøkur í fólkaskúlanum, at umrøða hesi viðurskifti?
At hetta er ein sera, sera álvarsom veking, sum er við at taka seg upp, er greitt.
Fyrst var tað § 266b, sum mátti koma í gildið, fyri at verja móti happing.
Nú er tað hjúnalagslógin sum skal broytast, óivað til eitt “kynsleyst” parlag/hjúnalag.
Verður tað næsta lóg um ættleiðing, tí tað er óivað “keðiligt” í longdini við ongum børnum? Hvat verður tað triðja, fjórða...?
Er ikki eitt orðatak sum sigur: “Har sum ein skriðan er lopin, er onnur væntandi”
Man kendi danski dómprósturin C. Skovgaard Petersen, fáa rætt, tá hann um síðstu tíðir sigur: “Tá skal lógloysið gerast til lóg”?
Paradokssalt, so segði løgmaður í løgmansrøðuni, at peningur skal nýtast til fólkavøkstur her á landið, so stuðlar hann, og aðrir politikarar, krøvunum hjá LGBT, sum ikki fremur fólkavøkstur – tvørturímóti.
Vit kristnu skulu hvørki døma ella fordøma fólk, sum liva øðrvísi, enn bíblian sigur. Dómurin er Guds aleina. Tiltikið er eisini orðatakið:
“Kasta ikki við steinum, tá tú sjálvur býrt í glashúsi”
Men eitt er kortini greitt. Tann, sum í álvara lesur bíbliuna, sum Guds orð og kanon,(rættisnórur/byggisnórur) fyri lívið og levnaði, sær at tílíkur liviháttur sum LGBT stríðist fyri, als ikki er sambærligur við Guds vilja og kann tí ikki vælsignast av honum. Tvørturímóti.
Tað eru ikki bara Móselóg og Paulus (t.d. 3. Mós. 18 og Róm. 1) sum samkyndur liviháttur hevur ímóti sær - sum tað mangan háðandi verður sagt.
Tey fáa eisini Jesus, Guds son og heimsins frelsara ímóti sær, sum segði:
“Hava tit ikki lisið, at skaparin frá upphavi skapaði tey sum kall og konu, og segði:
”Tí skal maður fara frá faðir sínum og móðir síni og halda seg til konu sína, og tey tvey skulu vera eitt hold?” So eru tey ikki longur tvey, men eitt hold. Tað, sum Guð tí hevur samankomið, má maður ikki sundur skilja” Matt.19.
Tí er tað eitt sera, sera, sera álvarsamt krav (og lívsháttur) sum LGBT stríðist fyri, tí kravið stríðir greitt móti Guds vilja við lívinum og við hjúnalagnum. Samstundis stríðir kravið ímóti tí livihátti, sum annars er vanligur, har “kjarnufamiljan” við einum manni og einari konu, við “faðir og móðir” og í flestu førum børnum, er grundarlagið undir samfelagnum.
Væl er mannalívið, vegna syndafallið, vorið trupult, enntá sera trupult í nógvum førum. Nógv kundi verið skrivað um tað.
Tað gevur tó hvørki mær ella øðrum loyvi til at taka støðu í lívsins stóru spurningum, eina við útgangsstøði í, hvat mítt egna hjarta, kenslur, tráðan siga, ella hvat er “inn” í tíðini. Tí sum Jeremia profetur sigur: “Svikafult er hjartað fram um alt annað, tað er brekað, og hvør kennir tað? Jer. 17,9
Hjartað og kenslur kunnu siga eitt í dag og eitt annað um nakrar dagar.
Tí tørvar menniskja eitt grundarlag at standa á og taka støðu út frá, sum liggur uttanfyri menniskja. Tað var ein av høvuðsgrundunum til, at Gud gav okkum bíbliuna.
Teir “vekingartónarnir” eg hoyri frá LGBT kennast so ónatúrligir, so niðurgerandi, (tí menniskja er krúnan á skaparverkinum) og so nýtir rørslan “samkynd djór” í ólavsøkuframsýningini, fyri at stimbra upp undir sín “samleika”.
Eg harmist sáran, og í ein ávísan mun nøtri og spyrji:
Er tað kanska mær, tað er galið við?
Eg havi kallað LGBT fyri eina vekingarrørslu. Kanska eitt løgið heiti - og tó.
Tað, sum fólk vanliga seta í samband við vekingarrørslur, er millum annað, at tey fólkini ynskja at taka Bíbliuna í álvara og ynskja at liva eftir henni. Tey eru Gudsóttandi og æra harvið Gud.
Jesus sigur í Jóhannes 14,15: “Elska tit meg, tá haldi boð míni!”
Trúvirði í kristintrúnni avspeglast í lýdni móti Guds orði.
Rørslan LGBT umboðar hon ikki tað beint mótsætta? Tey taka jú ikki bíbliuna í álvara og liva tí ikki eftir henni á tí seksuella økinum. Tey vilja, við lógini í ryggin, liva beint móti Guds orði. Er tað ikki at vilja liva leys av Gudi – gudleys?
Rørslan er eisini “missionerandi” tí fyri stuttum tosaðu tey enntá um at fara út í skúlarnar, har tey vildu møta børnunum, framtíð Føroya, fyri at “undirvísa” um samkynt lív - sum nakað natúrligt.
Man Amnesti fara at hjálpa teimum føroyingum, sum møguliga koma at vera dømdir/revsaðir, tí teir vegna samvitsku og sannføring sína (sum er bundin til bíbliuna) koma at tala ímóti siðloysið og tí lívi, sum LGBT ynskir, um nú Løgtingið viknar í knøunum og broytir lógina?
Góðu føroyingar og góðu kristnu vinir.
Her stendur ómetaliga nógv uppá spæl. Tí er fyrst og fremst neyðugt, at øll, sum biðja, fara inn í eitt álvarsamt og áhaldandi bønarátak fyri føroya fólki, fyri Løgtingi og Landsstýrið, at tey ikki smíða lógir, sum stríða móti bíbliuni.
Latum okkum eisini biðja fyri fólkunum aftanfyri LGBT.
Fáa vit eina gjøgnumgrípandi gudgivna veking, koma vit at síggja undur.
Áhaldandi bønarátakið má eisini vera fyri bispi, prestunum, samkomuleiðarum, og øðrum kristiligum leiðarum, sum jú standa við serligari ábyrgd.
Møguliga er eisini neyðugt, at kirkjan og samkomurnar finna saman í onkrum felags átaki, sum stimbrar kristinlívið og kristnu virðini her á landi og út um heimin.
Til seinast vil eg av hjarta taka undir við tjóðsanginum, og gera eftir triðja ørindi:
“Eg níði tí niður í bøn til tín, Gud:
Hin heilagi friður mær falli í lut!
Lat sál mína tváa
sær í tíni dýrd!
So torir hon vága,
- av Gudi væl skírd -
at bera tað merki,
sum eyðkennir verkið,
ið varðveitir Føroyar, mítt land!