Kollafjarðar Kommuna hevur gjørt tveir nýggjar vatnbrunnar í Todneshaganum Frammi í Botni. Teir taka 1.000 tons tilsamans.
Brunnarnir eru liður í eini heildarútbygging av vatnveitingini í Kollafirði, sigur Hans Jacob Hansen, bygdarráðsformaður í Kollafirði. Umframt báðar brunnarnar er eisini eitt nýtt reinsiverk sett upp. Hetta reinsiverkið er komið liðugt monterað úr Danmark.
Eisini er nýggj vatnleiðing løgd um alla bygdina, og tað er langt. Úr Sundunum og út á Signabø hinumegin. Hetta er ikki heilt liðugt enn, men verður tað í næstum. Samlaði kostnaðurin er ikki endaliga uppgjørdur enn, sigur Hans Jacob Hansen, men hann fer at liggja um tær fimm milliónirnar.
Nýggja vatnveitingin er ikki tikin í nýtslu, tí brunnarnir eru ov feskir enn. Teir skuldu gerast lidnir hósdagin og skulu so hava tíð at stadna, áðrenn vatn verður latið í teir.
Gamla vatnveitingin í Kollafirði var úr einum brunni, sum gjørdur var í Botnánni. Men hetta var ikki nóg gott. Har var hvørki nóg nógv ella nóg reint vatn, sigur Hans Jacob Hansen, bygdarráðsformaður. Neyðugt var at hava fleiri brunnar ymsastaðni í kommununi.
Hesum slepst undan nú. Nýggju brunnarnir eru lagdir í 90 metra hædd, soleiðis at trýstið á reinsiverkinum alla tíðina er í lagi. Við hesum fallinum ber eisini til at føða alla bygdina við vatni, sigur bygdarráðsformaðurin. Og nú kann hann tryggja øllum kollfirðingum reint vatn.
Brunnarnir eru gjørdir soleiðis, at til ber at byggja út, um tørvur skuldi verið á tí. Um illa vil til, er gamli brunnurin enn tøkur, og so kann pumpast úr honum upp í nýggju brunnarnar, sigur Hans Jacob Hansen.
Hann sigur tó, at hann væntar ikki, at so verður. Nýggju brunnarnir eru fluttir út Todnesmegin, tí ov lítið vatn var Sjóarmegin. Har nýggju brunnarnir eru, er upplandið betri og eisini eru fleiri keldur at taka úr, sigur Hans Jacob Hansen, bygdarrráðsformaður í Kollafirði.
Nú vatnleiðin verður løgd runt allan fjørðin, er sjálvandi nakað nógv grivið og lagt aftur. Og tað er stórarbeiði. Men hetta er gjørt í samstarvi við SEV og Føroya Tele, soleiðis at útreiðslurnar eru hildnar væl niðri, sigur bygdarráðsformaðurin í Kollafirði.
Men vegurin skal asfalterast, tá alt er liðugt. Hetta arbeiðið verður gjørt í summar, sigur Hans Jacob Hansen. Og tað fer Kollafjarðar Kommuna at gera.
Tað er fólk hjá Kollafjarðar Kommunu, sum ger alt hetta arbeiðið. Einir 10-15 mans, sigur Hans Jacob Hansen.
Men tað er ikki bara vatnveitingin, sum gjørd verður í Kollafirði í hesum døgum. Ítróttarhøllina hava tey flestu frætt um. Bátahylur er gjørdur á Signabø. Og so er eisini stórt virksemi fram við sjónum inni á Langssandi.
Hans Jacobs Hansen sigur, at grótkastið til bátahylin á Signabø kostaði eina millión krónur.
Inni á Langasandi verður eitt stórt øki planerað til at seta frystihotel á. Eisini er boðið út at gera 100 metrar av bryggjukanti. Hesi tilboðini verða latin upp í vikuni.
Og so fer Kollafjarðar Kommuna at planera eitt stórt øki aftrat frá Langasandi út móti neystunum at hava til at taka, um okkurt skuldi stungið seg upp soleiðis.
Ein flaki hevur verið brúktur at gera botnkanningarnar í samband við hesar planeringarnar. Hann er nú fluttur eitt sindur yvir á fjørðin, tí kommunan vil hava gjørdar kanningar alla staðni, har tað kundi komið upp á tal at gjørt eitthvørt fram við sjósíðuni.
Og tað varð mett skilagott bara at gera kanningarnar nú beinanveg, meðan flakin er tøkur kortini, sigur Hans Jacob Hansen, bygdarráðsformaður í Kollafirði.