Nýggj svensk prinsessa komin

Madeleine, prinsessa av Svøríki, átti í nátt sítt triðja barn, eina dóttur.

 

Sambært Aftonbladet vigar lítla prinsessan 3465 gram og er 50cm long.

 

Madeleine, prinsessa, og maður hennara Chris O’Neill, eiga frammanundan fýra ára gomlu Leonore og tvey ára gamla Nicolas.

 

Madeleine, prinsessa, og Chris O’Neill giftust í 2013 og gjørdust foreldur árið eftir.

 

Móðir og barn hava tað gott, siga svenskir miðlar.

 

Lítla prinsessan er sjeynda abbabarnið hjá Carl Gustafi, kongi, og verður nummar 10 í svensku arvarekkjuni.

 

Victoria, krúnprinsessa, og Daniel, prinsur, eiga tvey børn, meðan Carl Phillip, prinsur og kona hansara Sofia, eiga eisini tvey børn.