Nú klokkan 10 fóru Pedagogfelagið øðrumegin og lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hinumegin á fund við semingsmenninar í eini roynd at loysa ósemjuna millum partarnar.
Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagogfelag, dugir ikki at siga, hvørjar vónir hann hevur um, at ein loysn verður funnin.
- Vit fáa at síggja, hvar hetta ber, sigur Jógvan Philbrow, sum leggur afturat, at Pedagogfelagið sjálvandi stendur við síni krøv.
Beint fyri jól segði Terje Sigurðsson, semingsmaður, at nýggja semingsroyndin er komin í lag, tí báðir partar ásanna, at tað er neyðugt at seta seg saman at tosa um støðuna. Semingsstovnurin hevði ikki fingið nakra ábending um, at partarnir høvdu slakað krøvini.
Pedagogar á stovnum hjá Almannaverkinum og allir leiðarar, varaleiðarar og dagrøktarleiðarar, sum starvast á kommunalum stovnum, umframt allir eindarleiðarar, leiðarar og samskiparar, sum eru í starvi á stovnum hjá landinum, eru í verkfalli.
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur lýst verkbann fyri allar pedagogar og hjálparfólk, ið eru limir í Føroya Pedagogfelag, og sum starvast á kommunalu dagstovnunum og í dagrøktarskipanum kring landið.