Nýggjársendingin var ikki nóg góð

Leiðslan í Kringvarpi Føroya hevur eftirmett sendingina í sjónvarpinum nýggjársaftan. Ásannað verður, at nýggjárssendingin hevði ikki ta góðsku, sum ætlanin var, at sendingin skuldi hava.

Dia Midjord, stjóri í Kringvarpi Føroya
------
Somuleiðis ásannar leiðslan í Kringvarpinum, at samljóð var ikki ímillum ásetingar í sáttmálanum millum spf. Fjølvinnu og Kringvarp Før­oya, og avrikið í pørtum í nýggj­árs­sendingini.
Eisini harmast leiðslan um, at sendingin ikki helt seg til leiðreglur um góðan fjøl­miðlasið í kjakinum um nýggjárs­sendingina.
Grundað á hesa eftir­met­ing hevur leiðsla Kring­varp­sins tikið ta støðu, at hesin leistur við eini nýggj­árs­send­ing verður ikki royndur aftur.

Greiður sáttmáli
Sáttmálin millum Kringvarp Føroya og spf. Fjølvinnu ásetti greitt, at Kringvarpið hevði ábyrgdina fyri aktuali­tets­partinum, m.a. for­mans­umfarinum og “Árinum, ið fór”. Kringvarpið skipaði henda partin og rindaði eisini fyri henda partin av send­ingini.
Somuleiðis ásetti sátt­málin, at greitt mark skuldi vera ímillum aktualitets­part­in og undirhaldspartin, og at stuðulsavtalur ikki skuldu koma til sjóndar í aktualitets­partinum. Eftir okkara tykki var greitt mark mill­um hes­ar partar í send­ing­ini, og stuðulsavtalur komu ikki til sjónd­ar í aktualitets­part­in­um.
Afturímóti ásetti sátt­málin, at Fjølvinna skuldi taka sær av undirhaldspartinum, sum fevndi um ítrótt, tón­leik, undirhald og lættari aktualitetstilfar. Kringvarpið rindaði ikki fyri henda partin í nýggjárssendingini.
Eftir sáttmálanum hevði Fjølvinna redaksjonella med­­ábyrgd, sam­stundis sum Kring­­varpið hevði redak­­sjonellu ábyrgd­ina av nýggj­árs­­send­ing­ini við atliti at lógini um Kring­varp Føroya. Kring­varpið skuldi tí saman við Fjøl­vinnu leggja send­ingina til rættis og góð­kenna skránna.
Tí varð ein høvuðssam­skipari settur á sendingina. Hesin samskiparin skuldi tryggja, at sendingin leyk krøv­ini um góðsku, og áset­ingarnar í sáttmálanum um, at nýggjárssendingin skuldi fylgja reglununum um góðan fjølmiðlasið. Kringvarpið harm­ast um, at samskipanin sveik, og at tilrættisleggingin ikki var nóg góð.
Eftir sáttmálanum varð útgerð hjá Kringvarpinum brúkt til tøkniliga partin. Kravið í sáttmálanum var tó, at fólk við royndum skuldu nýta útgerðina. Men tá sam­an­um kom, vóru tað ikki bara roynd fólk, sum slíkar stórar framleiðslur krevja, ið tóku sær av tøkniliga partinum. Fjøl­vinna keypti sær frí­yrkis­fólk til hetta arbeiði. Kringvarpið kann tí ikki taka á seg ábyrgdina fyri tøkniliga avrikinum.

Í Sortudíki,
tann 08. januar 2014