Nýggj oljuleið nærkast á Atlantsmótinum

Um nakrar fáar mánaðir, móti endanum av hesum árinum, byrjar fyrsta oljuframleiðslan frá tí risastóra oljufeltinum Clair, vestan fyri Hetland. Hetta er størsta fundið, er gjørt á bretska landgrunninum yvirhøvur og varð fundið gjørtí 1978. Ikki fyrr enn nú 25 ár seinni hevur borið til við nýggjastu tøknini at menna ein part av oljufeltinum.

Olja



Talan er um eina íløgu uppá fleiri milliardir kr. Fyri stuttum varð sjálvur oljupallurin fluttur út á feltið og settur á beinini. Talan er um eina konstruktión, sum vigar 11.000 tons. Hetta er samtíðis heimsins tyngsta konstruktion, sum er flutt á hjólum á landi nakrantíð. Oljupallurin er settur saman á skipasmiðjuni í Wallsend í Bretlandi. Tað er fyritøkan, AMEC, sum hevur staðið fyri arbeiðinum. Tað var serútgjørdi kranabáturin Saipem 7000, sum flutti tunga pallin á endaastøðina á leiðinum millum Hetland og Føroyar.

Um henda fyrsta royndin at menna Clairoljufeltið eydnast til fulnar, so verður av álvara tosað um at byggja út við enn einum oljupalli og møguliga tveimum.

Altjóða oljuvinnan hevur stórar vónir til Clairfeltið, sum loksins fer undir framleiðslu. Framleiðslan fer at fáa stóran týdning fyri leiting á Atlantsmótinum, tí nú er infrasstrukturur tøkur. Keldur í oljuverðini vilja vera við, hetta kann koma at skunda undir aðrar útbyggingar eisini. Frammanundan eru bara tvey øki farin undir framleiðslu, nevniliga Foinaven og Schiehallion. Nú er so Clair komið aftrat og helst verður eisini Suilvenfeltið nær føroyska markinum eisini bygt út.

Um vit so gita, at Cambofeltið við markið er so mikið lønandi, at tað eisini verður bygt út, tá má sigast, at Atlantsmótið hevur fingið ta tyngd og tann týdning, sum londini og oljuvinnan hevur havt ynski um. At fleiri øki á Atlantsmótinum eru og verða boðin út bæði á føroyskum og bretskum øki kann so eisini vera við til at seta heilt nýtt ljós á hetta økið, sum fyri ikki so nógvum árum síðani var mett at vera alt ov váðiligt og ókent til at gera størri íløgur í.