Nýggj landsnevnd í Unga Tjóðveldi

Farna vikuskiftið hevði Unga Tjóðveldið landsfund, har nýggj nevnd varð vald. Tvey nýggj andlit eru at síggja í nýggju landsnevndini: Brandur Kallsberg og Róaldur Allanson Dalsgarð.

Nevndin hevur skipað seg soleiðis:

Rókur Herup Olsen, formaður

Bjørk Sørensen, næstforkvinna

Brandur Kallsberg, kassameistari,

Gunnvør Hoydal Brimnes, skrivari

Benjamin Thomassen, nevndarlimur

Bjørg Hoydal Brimnes, nevndarlimur

Bjørk Sigurdsdóttir Lamhauge, nevndarlimur

Hildur Háfoss, nevndarlimur

Róaldur Allansson Dalsgarð, nevndarlimur

– Vit vita, at framtíðin er fræls, sjálvbjargin, samhaldsføst og grøn – men hetta kemur ikki av sær sjálvum! Tí gleða vit okkum at fara til verka, og vit koyra sterkt á fyri loysing og loysingarsinnaðan ungdóm, skrivar Unga Tjóðveldi.

– Vit vilja samstundis takka fráfarandi nevndarlimum, fyri teirra íkast fyri felagið, fólk og tjóð.

Blíðar heilsanir

Rókur Herup Olsen formaður í Unga Tjóðveldinum