Nýggj lóg skundar undir hjúnaskilnað

Eftir nýggjár hava danir ikki longur rætt til pensjónina hjá hjúnafelaganum um teir verða fráskildir. Tí vilja fleiri kvinnur skiljast áðrenn lógin kemur í gildi.

Advokatar í Danmark hava úr at gera í hesum døgum. 1. januar 2007 kemur ein nýggj lóg í gildi, sum sigur, at hjúnafelagar ikki longur skulu býta pensjónsuppsparingina sínamillum, um tey verða skild. Lógin fær serliga avleiðingar fyri mongu kvinnurnar, sum hava spart pening upp í pensjónsskipanini hjá manninum. Um ongin skrivlig avtala er, kunnu tær missa alt um tær verða skildar. Tí velja summar at søkja um hjúnaskilnað innan ársskiftið.
 
Sambært Jonna Hjeds, advokati, verður hjúnaskilnaður ofta veruleiki í teimum førunum, tá maðurin noktar at gera skrivliga avtalu, sum tryggjar konuni hennara part av felags pensjónini. Her hevur konan ongan annan møguleika enn at lata seg skilja.
Sostatt verða fleiri skrivligar avtalur gjørdar í hesum døgum, men talið á hjúnaskilnaðum er eisini hægri enn vanligt.
- Lógin fær ikki eydnurík pør at fara frá hvørjum øðrum, men hon skundar undir hjá teimum, sum frammanundan hava trupulleikar. So, í staðin fyri at geva hjúnalagnum enn ein møguleika, skiljast tey nú, sigur Anne Broksø í Ret og Råd, stendur at lesa á heimasíðuni hjá Javnstøðunevndini.