Nýggj føroysk krimi

Krimisøgur á føroyskum eru ikki gerandiskostur, men nú ger sørvingurin Sonni Jacobsen eina roynd við søguni »Eitrandi blóð«.

Forlagið ytstifjórðingur í Sørvági hevur givið út bókina »Eitrandi blóð« eftir Sonna Jacobsen.
Sonni hevur fleiri aðrar rúgvusmiklar bøkur á baki, og hetta er áttanda bókin úr hansara hondum. Nevnast kunnu bygdarsøga í tveimum bindum, tríggjar skaldsøgur, eitt greinasavn og fyrsta føroyska metbókin.
»Eitrandi blóð« er spenningsøga av krimislagnum. Høvuðspersónurin, sum hevur verið úr heimbygdini ein mansaldur, kemur heim at fylgja einum deyðum bróðuri. Hann kemur eftir, at nógv gátufør viðurskifti eru kring andlátið og í sýsluni sum heild. Hansara gamli heimstaður tykist eitraður.
Tað vísir seg, at beiggin er dripin, og tá hann tosar við løgregluna sær hann ein lista við nøvnum, ið kunnu vænta at vera ákærd fyri ymiskt. Hann kennir øll nøvnini aftur.
Bókin er 188 síður við bleytari permu og kostar 198 krónur í bókasølunum. Prentað og innbundið hevur Hestprent.