Nýggja bókin um Føroya Pedagogfelag er samstundis ein forvitnislig lýsing av føroyska hugburðinum til barnaansing seinastu 25 árini
?Hygg! Pedagogarnir eru komnir? er heitið á nýggjari bók, sum er komin út í sambandi við at Føroya Pedagogfelag fylti 25 ár fyri stuttum.
Heitið á bókini stavar frá innleiðandi grein hjá Jóanesi Nielsen, rithøvunda, har hann lýsir, hvussu illa pedagogar vóru lýddir í Føroyum seinast í sjeytiárunum.
Endamálið við nýggju bókini er millum annað at geva eina mynd av teimum rembingum, sum hava verið í søguni og yrkinum hjá føroyskum pedagogum, undan og eftir at Føroya Pedagogfelag varð stovnað.
Eisini varpar bókin ljós á støðuna í yrkinum í dag og lýsir, hvat eigur at verða lagdur dentur á í framtíðini fyri at menna og styrkja námsfrøðiliga økið í Føroyum.
Í formælinum vísir nýliga afturvaldi formaðurin í Føroya Pedagogfelag, Jarvin F. Hansen, á, at lítið er skrivað um søguna hjá pedagogunum, og at lítið og onki er granskað í teirra yrki her á landi.
Tí vónar hann, at nýggja bókin verður fyrsta stigið á leiðini at røða um námsfrøði í einum fakligum og praktiskum høpi, umframt at greinarnar kunnu verða íkast til kjak.
Umframt tankavekjandi greinina hjá Jóanesi Nielsen, eru greinar eftir námsfrøðingar, fólkalívsfrøðing og hugmyndafrøðing.
Eisini eru samrøður við allar forkvinnurnar og formenninar, ið hava verið í felagnum, síðani tað varð sett á stovn fyri fjóðringsøld síðani.
?Hygg! Pedagokarnir eru komnir? er 120 blaðsíður. Ritstjórnað og skipað bókina hevur Turið Kjølbro.









