Nógv frøddust, tá Landsstýrið 23. juni alment boðaði frá einum nýggjum Europapolitikki.
Henda dag segði landsstýrismaðurin í uttanríkismálum í Útvarpinum hjá Kringvarpinum, at ein nýggj kós er sett mótvegis Europa og Europasamveldinum.
Nú skuldi kannast – og tað skuldi vera skjótt – um limaskapur í EFTA yvirhøvur er eitt mál, og eisini skuldu vit nærkast Samveldinum og royna at fáa lut í teimum fýra frælsunum innan fyri ES: fríur flutningur av vørum, tænastum, arbeiðsmegi og kapitali.
Vit í andstøðuni í Tinginum frøddust eisini. Hetta var fyrsta rætta stigið hjá landsstýrismanninum, Høgna Hoydal, síðani CHE-samgongan tók við í februar.
Loksins bragdaði, hildu vit. Endiliga var Landsstýrið komið til fornuft á hesum øki. Trúðu vit.
Í Sambandsflokkinum hava vit aftur og aftur víst á, at lykilin til størri inntøkur og menning á nógvum økjum liggur í at knýta Føroyar nærri at ES. Tí eigur hesin møguleiki at verða kannaður, og tað gerst bert við at seta seg í samband við ES-myndugleikar og tosa saman um møguleikarnar. Vit hava jú longu fingið góðar ábendingar, eitt nú frá einum ES-nevndarlimi.
Tøgn um nýggja politikkin
Síðani 23. juni hevur tó onki verið at frætt um tann nýggja Europapolitikkin. Ikki eitt einasta orð er sagt frá Landsstýrinum um hetta týðandi mál.
Hóast andstøðan tolin hevur bíðað eftir einari útgreining av teimum nýggju uttanríkispolitisku málsetningunum, hava hvørki landsstýrismaðurin ella løgmaður grett eitt einasta orð.
Hetta vekir undran í politiska umhvørvinum. Enn hevur hetta ikki vakt nakra undran hjá fjølmiðlunum, ið sigast vera okkara vaktarhundur. Men tað kemur kanska.
Løgmansrøða í andsøgn við nýggja politikkin
Røða løgmans á ólavsøku var eitt gylt og náttúrligt høvi at lansera eina nýggja vend í Føroyskum uttanlandspolitikki. Men har kom at kalla púrt onki um nýggju ES-kósina.
Í løgmansrøðuni stendur í stuttum, at “samstarvið við ES verður endurskoðað”.
Tað er alt!
Í viðgerðini av løgmansrøðuni loyvdi undirritaði sær at spyrja, um hetta veruliga er tann nýggja kósin, ið varð fráboðað 23. juni? Er hetta alt? Eru hetta visjónirnar og ætlanirnar?
Vit kunnu av røttum spyrja, hvat fer fram í Tinganesi? Hvørjum skulu vit trúgva? Landsstýrismanninum ella løgmanni?
Í Tinginum kom onki svar frá Landsstýrinum.
Hetta vekir undran millum politikarar og tey, sum fylgja við í seriøsum politikki. Enn er vaktarhundurin hjá Føroyska fólkaræðinum tó ikki vaknaður. Tvørturímóti liggur fokus á innanhýsis ósemjum í samgonguni. Veruligur politikkur er ikki áhugaverdur. Men tað kemur kanska.
Duldur uttanríkispolitikkur
Aftur og aftur hevur Sambandsflokkurin spurt, hvør uttanríkispolitikkurin hjá Landsstýrinum er. Heldur ikki hesum spurningi vil Landsstýrið svara. Heldur ikki uttanlandsnevndin hjá Løgtinginum fær upplýsingar av týdningi.
Samstundis síggja vit í bløðunum um dagarnar, og vit hoyra í loftmiðlum, at Landsstýrið søkir eftir embætisfólkum, ið skulu vera við til at “byggja upp” eina nýggja føroyska “uttanríkistænastu”. So seint sum í gjár søkti Landsstýrið eftir 4 embætisfólkum til nevndu tænastu hjá tí almenna.
Við øðrum orðum: andstøðan og almenningurin skulu onki hava at vita, samstundis sum embætisfólk verða sett í starv.
Álvarsamt mál
Hetta er sera álvarsamt, m.a. tí at skattaborgarin skal rinda lønir og aðrar útreiðslur til hesi fólk.
Í Tinginum í farnu viku vórðu hesir spurningar settir løgmanni:
Hví brúka vit ikki uttanríkistænastuna í Ríkisfelagsskapinum?
Hvussu nógvar sendistovur skulu stovnast afturat teimum, sum longu eru?
Hvussu nógv fólk skulu setast í starv?
Hvat kosta tær nýggju sendistovurnar?
Hvaðani skulu pengarnir koma? Er t.d. ætlanin at spara á øðrum økjum, ella skulu útreiðslurnar bara økjast, og skal undirskotið á fíggjarlógini bólgna samsvarandi?
Onki svar kom frá Landsstýrinum. Har verða kreftirnar brúktar til at viðgera innanhýsis ósemjur.
Vaktarhundur okkara, sum vit eisini rinda fyri, hevur ikki enn sæð álvaran í málinum. Hann er vorðin ein lærhvølpur, ið setur fokus har, sum samgongan vil. Men tað broytist kanska.
Nú eru relevantu spurningarnir settir fram alment á hesum síðum. Kanska hirðir løgmaður nú at vísa andstøðuni og almenninginum ta kurteisi at svara.