Nýggi bátahylurin fyllist skjótt

31 av teimum 35 nýggju bátaplássunum á Válinum eru longu umbiðin.

Á fíggjarætlanini fyri 2017 var peningur settur av til dýping og bátabrúgvar í bátahylinum á Válinum, og er tað arbeiðið nú liðugt. Arbeiðsmenninir hjá Kvívíkar kommunu hava hampa um omankoyringina til hylin, so nú er tað koyrandi við persónbili.

 

Pláss eru fyri 35 bátum við teimum brúgvum, sum nú er lagdar út. Tað eru 31 umsóknir komnar inn um pláss, so tað eru bara heilt fá tøk pláss eftir.

 

Á seinasta bygdaráðsfundi legði borgarstjórin fram uppskot um eykajáttan fyri trygdarútgerð, rimaverk, vatn, el o.a. Borgarstjórin segði, at hetta var fyri at bátahylurin skuldi vera so góður sum møguligt, áðrenn hann lat upp. Uppskotið varð eisini samtykt.

 

Ætlanin er at bátahylurin á Válinum tískil letur upp seinru helt av august ella fyrst í september 2017. Tá skuldi arbeiðið við at leggja el, vant, rimaverk og liðuggerð av vegnum verið liðugt.