Nýggi Akraberg líkist hesum

Í dag skrivar norski miðilin Maritimt Magasin um nýggja trolaran hjá Framherja, Akraberg

Myndin víst í greinini er ikki mynd av nýggja Akraberg, men myndin omanfyri minnir um nýggja Akraberg, men verður trolarin ikki grønur, men málaður við litunum hjá reiðarínum.

Kostnaðurin á nýggja Akraberg verður góðar 500 milliónir norskar krónur. Norska krónna er veik í løtuni, so 500 milliónir norskar eru 317 milliónir danskar.

Trolarin verður 84 metrar langur og 17 metrar breiður. Verandi Akraberg, ið er frá 1994, er góðar 78 metrar langur og 14 metrar breiður.

Ein nýmótans Akraberg um tvey ár