Nøgdur við fyrra hálvleik

Toppskjúttin á føroyska liðnum, Sámal Joensen, sigur seg vera væl nøgdan við fyrra hálvleik í gjár.

- Vit standa okkum væl undan steðginum. Vit hava ferð á bóltinum og hugflog í álopspartinum. Eftir hvíldina verður spælið ov einstáttað, meðan alt riggar hjá teimum, sigur Sámal Joensen, sum í alt skjeyt átta av føroyskum málunum.