Ónøgd við manglandi kynsjavnstøðu

Javnaðarflokkurin hevur 11 valevni til fólkatingsvalið, sjey mannfólk og fýra konufólk. Tað er í stríð við grein 6 í lógunum fyri Javnaðarflokkurin, sum sigur, at:

“Á endaliga valevnislistanum skal tað vera javnstøða ímillum kynini.”

Uppstillingarfundur var í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag gjárkvøldið. Portalurin skilir, at fundurin var ónøgdur við manglandi kynsjavnstøðu á valevnislistanum.

Fundurin heitti eisini á Aksel V. Johannesen, formann, um at taka málið upp við starvsnevndina og mæla til, at starvsnevndin stillar tríggjar kvinnur upp afturat á listanum til fólkatingsvalið.

Listin skal verða endaliga avgreiddur sunnudagin tann 4. september.

Einasta navnið, Portalurin veit við vissu stillar upp fyri Javnaðarflokkin, er Sjúrður Skaale.