Nú fer tað skjótt at bera til at klaga útleigarar sum krevja órímiliga høga húsaleigu frá teimum, sum leiga. Tað hevur Løgtingið nú samtykt og hetta kemur í gildi tá ið lógin er lýst.
Men tað ber bara til at klaga um leigumál, sum eru gjørd, eftir at lógin er sett í gildi, so hetta fær onga ávirkan á núverandi leigumál.
Men hetta ber í sær, at er tað ein leigari, sum heldur, at húsaleigan er alt ov høg, kann klaga til leigunevndina. Og er leigumevndin samd, kann hon krevja, at leigan verður lækkað.
Men tað er stór ósemja um hetta er ein gongd leið ella ikki.
Tey tingfólk, sum samtyktu hetta, halda, at hetta verjir leigarar ímóti útleigarum, sum gera sær dælt av bústaðarneyðini og krevja okursleigu.
Tey halda, at í hesum døgum, tá ið bústaðarneyðin er so stór, er tað ivasamt, hvussu stóra ávirkan leigarin hevur á, hvussu høg húsaleigan er, og tí ber ikki rættiliga til at siga, at talan er um avtalur, sum leigari og útleigari gera sjálvbodnir á einum fríum marknaði.
Tey tingfólk sum eru móti halda, at húsaleigan, sum útleigari og leigari semjast um, er altíð tann rætta, tí hon byggir á fríu marknaðartreytirnar. Tey halda, at leigunevndin ikki skal blanda seg upp í kostnaðin av einum leigumáli, tí tað skal vera marknaðurin, sum ásetir prísin.
Hinvegin halda tey í felagnum, Bústaðir, at hetta er ein sjáldsom avmarking í frælsinum hjá tveimum pørtum at gera eina avtalu.
Tey halda eisini, at tað er ikki vist at úrslitið verður, at tað fer at verða bíligari at leiga. Tvørturímóti staðfesta tey, at útboðið av bústøðum til leigu er rættiliga avmarkað, og tí kann avleiðingin einsvæl vera, at tað verður enn truplari hjá teimum veikastu í samfelagum at fáa bústað til leigu yvirhøvur.
Tey halda, at útleigarin kann nevniliga fáa illgruna um, at tá ið ein tíð er farin, fer leigarin at klaga til Leigunevndina um leiguna.
Eisini nøkur tingfólk førdu fram, at ein vandi er, at ein leigari fer at góðtaka eina høga leigu, men tá ið sáttmálin so er undirskrivaður, fer hann at klaga til leigunevndina, og so verður leigan lækkað, uttan at útleigarin kann gera nakað.
Tey í Bústøðum halda, at hetta kann raka -ikki bara tey veiku- men eisini tey, sum Almannaverkið hevur í privatum leigubústøðum.
Bústaðir halda, at hetta kann eisini elva til ótryggleika hjá teimum, sum ætla at byggja leigubústaðir – og tað kann so aftur avmarka íløgurnar í bústaðarbygging.
Tað kunnu eisini vera umstøður sum gera, at ein íbúðarbygging verður dýrari enn ætlað, og at tað tískil verður neyðugt at leiga út nakað dýrari enn ætlað.
– Men fær Leigunevndin so heimild til at lækka leiguna, fer byggiharrin at halda, at so var betri, at onki varð bygt, halda tey í Bústøðum.
Bústaðir halda, at ístaðin fyri at geva leigunevndini heimild til at lækka eina leigu, er tann gongda leiðin at taka eitt munagott tak fyri at útvega fleiri bústaðir fyri at tryggja, at leigan ikki verður trýst upp eftir.