Læknarnir og jarðarmøðurnar á Sukkur Civil Hospital í pakistanska landspartinum Sindhi fingu ein hvøkk, tá tey fyrradagin tóku ímóti einum barni, sum vísti seg at hava ikki færri enn seks bein.
Teir lokalu fjølmiðlarnir siga, at bæði tann lítli seksbeinti drongurin og mamma hansara hava tað eftir umstøðunum gott.
Starvsfólkini á sjúkrahúsinum hava mælt foreldrunum at fara til eitt av teimum væl útgjørdu sjúkrahúsunum í stórbýnum Karachi at fáa læknarnar har at taka fýra av teimum seks beinunum. Men pápin, Omran Sheik, skal hava svarað, at tað hevur hann ikki ráð til, tí hann forvinnur bara tað, sum svarar til einar 660 krónur um mánaðin. Hann hevur tí biðið um hjálp, og ein lækni, Muhammad Qaisar, hevur sagt, at tað er lutfalsliga lætt at hjálpa tí lítla, sum hann hevur tvey bein eftir.
Sambært tíðindastovunum er tann lítli drongurin tað fyrsta barnið í Pakistan, sum er føtt við seks beinum.










