Nú er sjøtul settur á arbeiðið at gera eina sálarfrøðiliga skaðastovu í Føroyum. Tað upplýsti Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, nú Løgtingið viðger langtíðarætlanirnar hjá samgonguni.
Sirið Stenberg sigur, at hon hevur givið fyrisitingin hetta málið at arbeiða við og boðini til fyrisitingina er at fáa greiði á, hvussu tað kann verða sett í verk.
At vit fáa eina sálarfrøðiliga skaðastovu, er eitt mál, sum nógv hava sóknast í fleiri ár.
Ein sálarfrøðilig skaðastova er eitt stað, har fólk við sálafrøðiligum trupulleikum kunnu venda sær, tá ið tey hava bráðneyðugan tørv á sálafrøðiligari hjálp.
Eitt nú sigur Sinnisbati í einum tilmæli til politikararnar, at tað er alneyðugt við eini tilbúgving til verandi skaðastovu, soleiðis at eisini fólk við sálarligum avbjóðingum og órógvi, kunnu fáa ta neyðugu hjálpina, sum hesum fólkunum tørvar.
Í løtuni er mannagongdirnar soleiðis, at fólk, ið hava sálarligt órógv, og hava brúk fyri hjálp, oftast mugu seta seg í samband við kommunulæknan fyri at fáa ávísing blíva til viðger á psykiatriska deplinum.
Sinnisbati sigur, at hetta er ein ov seinur máti at fáa røttu hjálpina uppá, og tað er ikki nøktandi fyri tey fólkini, sum hava bráðneyðuga hjálp.
Tey halda eisini, at tað er neyðugt er við eini serligari telefonhjálp, sum eru tøk alt samdøgrið.
– Fólk, ið hava sálarligt órógv og sjúku, hava ofta brúk fyri onkrum at lurta eftir sær, og einum staði, har tey kunnu fáa hjálp, eisini tá kommunulæknin ikki er tøkur, siga tey.
Tey leggja afturat, at við einari slíkari telefonlinju, kunnu innleggingar, tungir tankar og sjálvmorðsroyndir fyribyrgjast.