Nú fáa nólsoyingar reinsað vatn

Nólsoyingar fáa nú eisini reinsað vatn. Nýtt vatnreinsiverk er sett upp sunnalaga í bygdini, og alt drekkivatnið hjá nólsoyingum verður nú reinsað Vatnið í Nólsoy hevur verið rættiliga reint, men av og á er tó komið fyri, at onkur bakteria er funnin og serliga um summarið. Men nú verður liðugt við tí.

Reinsiverkið, ið hevur eina reinsiorku á 25 til 30 m3/h, er av tí vanliga slagnum við filtrering og UV stráling. Tað hevur eisini eina alarm- & eftirlitsskipan. Við hesi skipan verður sms-boð sent til rætta viðkomandi um okkurt serligt er á vási, og til ber at síggja á teldu, hvussu støðan er á verkinum.

Vatnið verður fyrst filtrerað gjøgnum eitt grovfiltur, síðani gjøgnum eitt fínfiltur, strálað við UV ljósi, og elektroniskur vatnmálari sigur frá, hvussu stór ella lítil vatnnýtslan er.

Vanligar dagar liggur vatnnýtslan í Nólsoy millum fýra og seks tons um tíman.

Reinsiverkið í Nólsoy hevur kostað smáar 200.000 krónur.

Kelda: Tórshavnar kommuna