Nú eru báðir Eðvaldsson fótbóltsbrøðurnir farnir um sýn

Fyrrverandi íslendski landsliðsspælarin og Celtic-spælarin gjøgnum fimm kappingarár, Jóhannes Eðvaldsson er deyður 70 ára gamal

Fótbólts-Ísland syrgir í dag. Gamla fótbóltshetjan, Jóhannes Eðvaldsson er deyður bert 70 ára gamal.

Jóhannes Eðvaldsson spældi millum 1971 og 1983 34 landsdystir fyri Ísland, har hann skoraði tvey mál. Árini 1975-1980 spældi Jóhannes Eðvaldsson við kenda skotska liðnum, Celtic. VIð Celtic vann Jóhannes Eðvaldsson skotska meistaraheiti tvær ferðir og skotsku steypakappingina á einum sinni. Jóhannes Eðvaldsson spældi eisini við Motherwell og týska liðnum, Hannover 96.

Valur var barndómsfelagið hjá Jóhannes Eðvaldssyni.

Yngri bróðir Jóhannes, Atli Eðvaldsson sum spældi 70 landsdystir fyri Ísland millum 1976 og 1991, og skoraði átta mál spældi í týskum fótbólti millum 1980 og 1989, og eftir tað eitt kappingarár í Turkalandi. Atli Eðvaldsson doyði av krabbameini fyrraárið bert 62 ára gamal.

So nú eru báðir Eðvaldssons fótbóltsbrøðurnir farnir um sýn.

Pápi teirra, Evald Mikson var málverji á landsliðnum hjá Estlandi í 1930-unum. Evald Mikson var varaleiðari á løgreglustøðini í Tallinn tá týskarar ráddu fyri borgum har undir seinna heimskríggi. Áðrenn sovjetiski Reyði Herurin tók Tallinn eydnaðist tað Evald Mikson at flýggja allan vegin til Íslands, har hann búsetti seg og broytti navnið hjá sær til tann íslendska formin Eðvald Hinriksson, og soleiðis komu Jóhannes og Atli at verða Eðvaldssynir.

Tá Ísland vann sín fyrsta undankappingardyst nakrantíð á Laugardalsvøllinum í Reykjavík til EM-undankappingina til EM-endaspælið í 1976 varð Jóhannes Eðvaldsson annar málskjúttin saman við Ásgeir Sigurvinssyni, tá Ísland vann 2-1 á DDR. YouTube rásin "Farerets" hevur lagt hæddarpunktini út: 

##med2##