Fyrr í dag var tað staðfest, at EB/Streymur hevur vunnið sær uppflyting upp í effodeildina komandi kappingarár. Hetta gjørdist veruleiki, tá EB/Streymur vann 2-1 á B71 á útivølli, og nú er 19 stig frammanfyri nummar trý í 1. deild, FC Suðuroy, sum í mesta lagi kann vinna sær 18 aftrat.
Høvuðsvenjari hjá EB/Streymi er gamla KÍ-hetjan, Olgar Danielsen, sum fegnast um uppflytingina, men staðfestir samstundis, at hetta er ein uppflyting, sum leingi hevur verið ávegis hetta kappingarárið.
Olgar Danielsen kann fegnast um eitt lið, sum hevur skorað næstan fýra mál í snitt, og hevur latið inn minni enn eitt mál pr. dyst. Í 22 dystum hevur EB/Streymur vunnið 18 dystir, og hevur spælt fýra javnleikir, og tað eru javnleikirnir Olgar Danielsen iðrar seg um. Hann heldur, at í fleiri dystum hevur liðið spælt væl, og hevur víst dygdir bæði í verjupartinum og í álopspartinum av spælinum.
Nú ætlar Olgar Danielsen, at hansara menn skulu vinna 1. deild, og framvegis verða ósigraðir aftaná 27 umfør, sum uttan iva hevði verið føroyskt met í vaksnamannadeildini.
Um komandi kappingarár staðfestir Olgar Danielsen, at um endamálið er at verða frammi í oddinum í effodeildini, so má liðið styrkjast við rættiliga nógvum spælarum. Er endamálið at yvirliva í effodeildini fer tað ikki at krevja so ræðuliga nógvar spælarar fyri at røkka tí málsetninginum.
Olgar Danielsen loyvir sínum monnum at feira uppflytingina, men mánakvøldið verður tørna til aftur við venjingini. 1. deild skal vinnast, og EB/Streymur skal gera hetta uttan at tapa ein dyst hetta kappingarárið.