Lærarskúlahøllin var so at siga fullsett. Har vóru lærarar, sum hava hungrað eftir nýggjum orðbókum í fleiri ár, har vóru rithøvundar, sum nú sleppa at sveima frítt millum nýtíðar føroyskt og nútíðar enskt, og har vóru onnur mentafólk, sum frøddust um eitt nýbrot í føroyskari málmentan.
Á fremsta bonki sótu tríggir mentamálaráðharrar. Torbjørn Jacobsen, sum í síni tíð sum landsstýrismaður í mentamálum setti gongd á arbeiðið, Jógvan á Lakjuni sum hevur fylgt og stuðla arbeiðnum sum landsstýrismaður tey seinastu árini, og nýsetta landstýriskvinnan í mentamálum, Kristina Háfoss, sum nú hevur ábyrgd á økinum.
Johannes Hansen, rektari á Læraraskúlanum, bjóðaði vælkomin, Jonhard Mikkelsen greiddi frá arbeiðnum, Anfinnur í Skála helt røðu, og landsstýrisfólkini fingu eisini hvør sína talutíð. Jógvan á Lakjuni sang og spældi harumframt við klaveri, og Martin Joensen og Kári P - sum báðir eru kendir fyri livandi yrkingar á gerandisføroyskum - framførdu eisini nakrar sangir.
Garnatálg á japanskari mótamessu
- Hetta er ein ótrúligur dagur. Eg havi smílst í allan dag, tí eg kann ikki lata vera, segði Jonhard Mikkelsen, og lýsti áralanga arbeiðið við einari lítlari støðumynd av, tá fólk eru komin á gátt í Vestmanna tey seinastu mongu árini.
- Nú, hvar er Jonhard, spyrja gestirnir. Er hann ikki liguður við hatta enn. Nei, hatta verður nokk ongantíð liðugt.
Men nú var »hatta« loksins liðugt, og tungu og stóru bøkurnar lógu sum prógv við síðuna av fína pinnamatinum í Læraraskúlahøllini.
- Tá fólk síggja eitt barn við kufferti, fara tey at siga: Stakkalin. Hann hevur enskt í dag, segði Jonhard Mikkelsen.
Men tungu bøkurnar standa ikki einsamallar. Saman við bókini er eisini fløga umframt internet- og sms hald. So tá Guðrun og Guðrun eftir væleyndaða mótasýning í Tokyo verða bjóðaðar til sushi, so kunnu tær greiða frá um ræstan fisk og garnatálg á flótandi enskum. Tær senda bara orðini »ræstan fisk« og »garnatálg« á sms og fáa ensku orðini aftur beinanvegin.
You mean yes or you mean no
Orðabøkurnar lata føroyskar dyr upp út í heim, men tær eru eisini eitt úrslit av altjóða samstarvið, har føroysk høvd hava arbeitt saman við íslendskum handilsskapi, russiskum datugrunnum, og kinesiskum hondum.
Øll tey mongu orðini og orðafrágreiðingarnar vórðu løgd í datugrunnar í Ruslandi, og meðan datuhugtøk vóru ein býur í Ruslandi fyri føroysku rithøvundarnar, høvdu russarnir hinvegin trupult at skilja føroyska tokutalu.
- You mean yes or you mean no, spurdi russin, tá Jonhard Mikkelsen sendi mailar um, at orðini kanska skuldu setast upp so ella so.
Síðani var tilfarið sent til Íslands, har íslendsk prentsmiðja prentaði bøkurnar í Hong Kong. Og tá kinesiskar hendur høvdu samlað øll tey føroysku orðini í tvær tjúkkar bøkur, vórðu tær sigldar suður um Afrika og norður í Atlantshav.
Eingin annar ger føroyskt mál
Umframt útlensk samstarv eru bøkurnar eisini úrslit av dyggum føroyskum stuðli. Jonhard Mikkelsen fegnaðist um stuðulin frá Mentamálaráðnum og privatum feløgum, tí føroyski marknaðurin er so lítil, at uttan stuðul ber slíkt ikki til.
-Skal føroyskt mál røktast, mugu vit sjálvi gera tað, og tað eigur at bera til, helt Jonhard Mikkelsen og vísti á, at tað sum fólk hildu vera ørt fyri 20 árum síðani nú er veruleiki.
- Vit skulu bara ikki taka støði í New York ella øðrum stórum støðum. So kemur einki burtur úr, tí vit drukna í undirlutakenslum. Vit mugu taka støði í okkum sjálvum og taka eitt stig í senn, segði rithøvundurin at enda.