Ókeypis sigling
Tað er nú endaliga greitt, at tað verður ókeypis at sigla við Strandferðsluni í alla næstu viku.
Tað gjørdist endaliga greitt, eftir at fíggjarnevndin hjá Løgtinginum gav ætlanini gjørt ljós í morgun.
Nú leiðslan fyri undirsjóvarunlarnar hevur gjørt av, at tað skal vera ókeypis at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnar í alla næstu viku, vilja politikarar eisini, at tað skal vera ókeypis at sigla við Strandferðsluni í alla næstu viku fyri at javntstilla allar føroyingar.
Sostatt verður ókeypis at sigla við øllum skipum hjá Strandferðsluni frá sunnumorgunin 30. apríl til sunnukvøldið 7. mai.
Men hetta er eitt tiltak, sum kostar Strandferðsluni 600.000 krónur í mistari inntøku og tí var neyðugt at játta eyka pening til endamálið.
Og tað skuldi fíggjarnevndin gera-og tað gjørdi hon eisini í morgun.
Treytin er, at peningurin skal verða játtaðir, áðrenn hann verður brúktur. Ein máti er eisini at leggja málið fyri Løgtingið, men so hevði ikki borið til at avgreitt málið liðugt áðrenn sunnumorgunin.
Tí verður peningurin játtaður við einum fíggjarnevndarskjalið til fíggjarnevndina.
Men tað er ikki altíð, at fíggjarnevndin kann viðgerða eina slíka umsókn yvirhøvur.
Treytin fyri at ein slík umsókn verður viðgjørd, er, at talan er um ein brádliga íkomnan tørv á peningi og talan er um ein tørv, sum ikki ber til at síggja frammanundan fer at koma. Talan skal eisini verða um eina játtan, sum hevur skund.
Harafturat er ein minnilutaverja í fíggjarnevndini og tað merkir, at nokta tríggir av teimum sjey nevndarlimunum fyri, at umsóknin kemur til viðgerðar, verður hon afturvíst.
Anfinn Kallsberg, formaður í fíggjarnevndini, sigur, at ein samd nevnd metti, at hendan umsóknin leyk treytirnar fyri at verða viðgjørd.
Hann vísir á, at hetta er eitt mál, sum tók seg upp í farnu viku og tí má tað sigast at vera brádliga íkomið og hetta er eisini eitt óvanligt tiltak og tí kundi ongin havt sæð, at hendan útreiðslan fór at taka seg upp. Játtanin skal brúkast longu í næstu viku og sostatt hevur tað eisini skund.
Og tað var eisini ein samd fíggjarnevnd, sum tók undir við at játta peningin.
Sostatt fær Jacob Vestergaard nú boð um, at 600.000 krónur eru játtaðar til Strandferðsluna, so at øll kunnu sigla ókeypis í næstu viku.