Ásmundur er eiðismaður, føddur í 1931. Hann byrjaði í 50-unum at fotografera, og hetta vant uppá seg, til foto bleiv hansara yrkisvegur. Hann gav út postkort við myndum av føroysku náttúruni, og síðani gav hann eisini út myndabøkurnar Føroyar í myndum við teksti hjá Hans Thomsen.
Harumframt fotograferaði hann í samband við øll møgulig høvi, brúdleyp, skipsdópar, almennar vitjanir osfr. Hansara myndir hava verið at sæð í nógvum tíðarritum og bløðum.
Ásmundur tók myndir til bókina Blandt frender på Færøyene, eins og hann tók myndirnar til bókina Føroysk list, sum Emil Thomsen gav út við teksti hjá Williami Heinesen. Hann og Eyvindur Mohr leveraðu myndir til tey fyrstu føroysku frímerkini.
Ásmundur var sjálvlærdur fotografur. Hann hevur eitt serligt myndaeyga og ein serligan áhuga fyri føroysku náttúruni, og hann ferðaðist nógv kring oyggjarnar við sínum Hasselblad myndatóli.
Umframt føroyamyndirnar, sum eru kendar frá vøkrum postkortum og myndabókum, hevur Ásmundur Poulsen gjørt fleiri áhugaverdar portrettmyndir.