Regnið fær man onki gjørt við, og ja, tað regnar í Klaksvík í dag. Men so letur man seg í regnklæði og tekur regnskjólið við sær. Soleiðis hugsaðu fleiri, sum høvdu leitað sær á Summarfestival tíðliga seinnapartin, tí tað er ongin orsøk at lata veðrið stýra lindinum.
Basim, sum má eitast at vera høvuðsnavnið til tey heldur yngru, er júst farin á pall, har børn, ung og foreldur við barnavognum eru farin á Vágsbø fyri at lýða á danska Basim, sum gjørdist kendur, tá hann við síni sjarmu vann sær eitt fjórða pláss í fyrstu donsku X-Factor kappingini afturi í 2008.
Seinni í kvøld verða fleiri onnur høvuðsnøvn. Eitt nú spælir Eivør kl. 19.15, áðrenn danska Anne Linnet spælir kl. 21.
Síggj her myndir av fólki, sum vóru á Summarfestivali seinnapartin.