Pakistanski forsetin ætlar sær ikki frá hóast tann lemjandi ósigurin á valinum fyrradagin -Eg havi ongar ætlanir um at leggja frá sær, sigur Pervez Musharraf, forseti, við Wall Street Journal í morgun.
Musharaf sigur við blaðið, at nú er neyðugt at tryggja støðuna í Pakistan við at fáa eina sterka, demokratiska stjórn. Undan valinum segði hann, at hann fór at umhugsa støðu sína sum forseti, um andstøðan vann greiðan sigur. Tað gjørdi hon, men forsetin ætlar sær ikki frá kortini.
Í dag fara flokkarnir undir tingingar um at skipa stjórn, og sambært Wall Street Journal er tað ikki óhugsandi, at meirilutin í tinginum fer at gera eina roynd at noyða Musharaf frá.