At temja apuna er heitið á nógv umrøddu bókini hjá Judith Fathalla, sum byggir á hennara egnu royndir við herviligu sjúkuni anorexi.
Heitið á bókini sipar til hvussu gentan 13 ára gamla Jessica kendi tað sum, at ein apa sat innan í henni og gav henni boð um, hvat hon skuldu eta.
Tín feita súgv
Í bókini er apan sum ein brennandi rødd, sum sigur Jessicu, at hon er ein feit súgv og tað at vera kløn var einasti máti at gerast trygg og viðurkend og fram um alt einasti máti at flyggja frá vaksnamannaárunum, sum standa og hótta fyri framman.
Í bókini minnist Jessica, hvussu hon hugsaði:
»Eg granskaði allatíðina hópin av bikiniklødddum gentum og kendi meg ræðuliga illa. Hevði eg sæð út sum tær, hevði alt verið gott. Hevði eg bara verið kløn, hevði eg kunnað alt. 1,52 m og 63,5 kg í hædd og vekt vuksu í sinninum á mær. Bókstaviliga. Eg fór at gera venjingar hvønn morgun og granska meg sjálva í speglinum, í døpurhuga um støddina av búki, miðju og lørum. At lata meg í svimjudraktina fyri fyrstu ferð í mánaðir var ein marra«
Jessica lurtaði eftir røddini og aktaði hana, til røddin næstan hevði dripið hana. Til endan var hon so kløn, at hon av álvara var í lívsvanda.
Men spakuliga byrjaði hon at muta ímóti boðunum frá apuni og lata oyruni aftur, tá hon teskaði at Jessica var bæði feit og ólekkur. Men hóast stríðið við sjúkuna bæði gjørdist drúgt og hart, eydnaðist tað til endan at basa sjúkuni og gerast frísk aftur.
Tað er bókadeldin sum gevur út bókina, sum Malan Háberg hevur týtt.