LANDSLIÐIÐ
Venjingarnar fyrrapartin í dag góvu ikki tær stóru ábendingarnar um, hvussu liðið fer at síggja út, sum skal á vøllin leygardagin. Landsliðið vandi innlegg og hevði eisini skotvenjingar, og endaðu við einum dysti, har leikararnir vóru ógvuliga fokuseraðir og spældu við nógvari ferð.
Liðini sum spældu høvdu níggju mans hvør, og so vardu Meinhard og Jákup hvør sítt mál. Liðið í vestum var mannað við Jákup, Atla, Vagnur og Janus í verjuni. Tað kundi sæð út sum eitt boð upp á verjuna leygardagin, men samstundis spældi Fróði Benjaminsen í miðverjuni hjá mótpartinum, so tað kundi sæð út sum, at landsliðsvenjarin umhugsar møguleikan at seta Fróða í miðverjuna.
Stuðlið liðnum
Landsliðsvenjarin kundi tó ikki siga, hvussu liðið fer at síggja út leygardagin.
- Vit hava sama útgangsstøði til dystin leygardagin, sum vit hava til hvønn dyst, og tað er at fáa eitt so gott úrslit sum gjørligt, sigur Jógvan Martin Olsen.
- Men tað er givið, at vit mugu vera meiri dugnaligir í verjupartinum enn undanfarnu dystir, sigur landsliðsvenjarin, sum samstundis leggur dent á, at tað ikki merkir, at teir fara at stilla 10 mans rundan um egnan brotsteig at verja.
Spurdur um, hvønn leiklut hann ætlar Mikkjal Thomasssen skal hava, sigur Jógvan Martin Olsen, at har er onki avgjørt.
- Vit hava eina venjing aftrat í morgin og tá skulu tveir leikarar sáldast frá, so eg fái ikki sagt nakað um tað, sigur Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari, sum eisini hevði eina áheitan fyri føroysku viðhaldsfólkini.
- Stórtapini níva ikki einans hjá viðhaldsfólkunum, men eisini hjá okkum í hópinum. Tí hava verður tað mín áheitan til viðhaldsfólkini, um at stuðla liðnum, tá tað fer á vøllin leygardagin.









