Fótbóltur
Undangongumaður hansara fekk mangan av grovfíluni, tá hann í ov stóran mun legði dent á verjupartin hjá føroyska landsliðnum.
Brian Kerr, sum nú er landsliðsvenjari, segði á tíðindafundi í gjár, at hann sjálvandi fegin vil hava liðið nakað longur niðan á vøllin. Men hann leggur samstundis dent á, at tað altíð ræður um at leita eftir javnvágini.
- Eg haldi at tað var skilagott, at stórur dentur varð lagdur á verjupartin. Tekur tú seinastu undankapping, so rendi liðið seg í nøkur verulig stórtap. Og tað er ikki serliga gagnligt fyri lagið í hópinum, um tú javnan kemur út fyri slíkum. Og ikki minst er tað tungt hjá yngru spælarunum í hópinum.
- So eg haldi, at taktiska valið til seinastu dystirnar var rættiliga skilagott. Men eg vóni sjálvandi, at vit klára at flyta spælið nakað niðan á vøllin. Móti Eysturríki í fjør heyst høvdu vit ofta bóltin í álopsstøðu, meðan tað var sera sjáldan í dystunum móti Rumenia, Serbia og Litava. Tað er so nakað, sum vit royna at arbeiða við, men enn havi eg havt sera lítla tíð sum landsliðsvenjari, so tað er avmarkað, hvussu stóra ávirkan eg havi í løtuni, sigur Brian Kerr.
Skal vera fantastiskt
Serbia er oddalið í okkara HM-bólki, og Brian Kerr viðgongur, at bitin verður ikki stórt størri enn tað sama, nú hann fyri fyrstu ferð skal standa á odda fyri føroyska liðnum.
Men hann leggur samstundis dent á, at tað er ikki heilt vónleyst hjá okkara monnum at stríðast móti yvirvaldinum.
- Fólk í Føroyum eru hampuliga realistiskt. Tey vita, hvar vit eru í heimshøpi, og tekur tú FIFA-styrkislistan, so eru vit nummar 165. Serbia er millum 20 tey sterkastu londini á listanum. Teir eru á odda í okkara bólki, og teir hava topp-spælarar, sum spæla við nøkrum av bestu feløgunum í Europa.
- Teir hava eitt framúrskarandi lið, men tað merkir ikki tað sama, sum at vit ongan møguleika hava at skapa eitt fantastiskt úrslit. Men tað krevur so eisini eitt fantastiskt avrik frá okkum. Og tað fara vit sjálvandi at arbeiða fram ímóti. Eg havi spurt spælararnar, um teir halda seg kunna skapa eitt úrslit, og teir svara allir sum ein »ja, sjálvandi«, og tað er í øllum førum eitt gott útgangsstøði.
- Og so veit eg eisini, hvussu trupult tað kann vera hjá øðrum landsliðum at spæla í Føroyum. Føroyska landsliðið hevur havt fín avrik móti liðum, sum hava verið í toppinum av Europa. Tað kenni eg eisini frá mær sjálvum, tá eg var her við einum írskum landsliði, sum um tað mundið taldist millum tey 20 sterkastu í heiminum.
- Hjá okkum ræður fyrst og fremst um at stríðast væl. Og tá vit so fáa møguleikarnar, so mugu vit taka av. Vit mugu vera djarvir í verjuni, og við góðum stuðli frá eini stórari áskoðarafjøld vóni eg, at vit kunnu skapa eitt fantastiskt úrslit – og tað vildi jú verið heilt fantastiskt, sigur Brian Kerr.
Eingin mansverja
Serbiska liðið telur fleiri framúrskarandi bóltspælarar, sum hvør í sínum lagi kunnu skapa trupulleikar fyri føroyska liðið.
Brian Kerr tykist tó ikki at geva nøkrum av teirra spælarum heilt serligan ans, og hann leggur dent á, at tað ikki verður so, at hann á taktik-talvuni roynir at seta nakran einstakan serba út av spælinum.
- Vit skulu helst ikki koma í støður, har tað er maður móti manni. Tað snýr seg meira um, hvussu vit flyta alt liðið hjá okkum í álopi og verju. Tekur tú teirra lið, so hava teir jú nakrar framúr spælarar. Tað er kanska gott fyri okkum, at Stankovic er leikbannaður og at Vidic er skaddur, men teir hava framvegis hópin av framúrskarandi bóltspælarum.
- Vit mugu so royna at byrgja upp fyri hesum, og so snýr tað seg um, at vit taka okkara møguleikar. Vit mugu royna at koma fram til møguleikar, og so haldi eg eisini, at føroyska landsliðið eigur at fáa meira burtur úr deyðbóltsstøðum so sum innkøstum og fríspørkum, sigur Brian Kerr.