Mugu søkja eftir stjóra av nýggjum

Tórshavnar kommuna manglar enn ein stjóra til heilsu- og umsorganartænastuna

Tá freistin at søkja starvið sum stjóri til heilsu- og umsorganartænastuna hjá Tórshavnar kommunu var úti 21. mars, vóru so fáar skikkaðar umsóknar komnar inn, at kommunan nú hevur valt at søkja starvið leyst av nýggjum.


Nýggja umsóknarfreistin er nú sett til 7. apríl 216.


Heilsu- og umsorganarstjórin er ovasti leiðari fyri eldraøkið í Tórshavnar kommunu. Talan er um eitt økið, ið fevnir um 600 starvsfólk, ið umboða fleiri fakbólkar. Fíggjarkarmurin í 2016 er umleið kr. 156 milliónir krónur.


Kommunan upplýsir, at til nýggjur stjóri er settur, er Eyðfríð L. Jacobsen, leiðari á sosialu deild, sett sum virkandi heilsu- og umsorganarstjóri.