Mugu sleppa ígongd so skjótt sum gjørligt

Arbeiðið at bjóða nýggja samferðsluhavn í Suðuroy, skal bjóðast út fyrst í komandi ári

Samferðsla

Fyrst í komandi árið verður farið undir arbeiðið at gera nýggja ferjulegu i Trongisvági.
Tað ætlar í hvussu so er Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í samferðslumálum.
Men skal tað eydnast at fáa ferjuleguna lidnað, tá ið nýggja suðuroyarskipið er liðugt í oktober 2004, er tað eisini neyðugt at sleppa ígongd beint eftir nýggjár.
Bjarni Djurholm hevur nú lagt eitt uppskot um samferðsluhavnina fyri landsstýrið, sum hevur góðkent ætlanina og seinni í hesi vikuni, ella fyrst í næstu viku, verður uppskotið sostatt lagt fyri tingið.
Tað, sum verður lagt fyri tingið, er eitt uppskot til eina verklagslóg, sum ætlanin so er at fáa tingið at samtykkja.
?Tað verður helst neyðugt at tingið avgreiðir uppskotið fyri jól, so at Landsverkfrøðingurin fær bjóðað arbeiðið út so skjótt sum gjørligt eftir nýggjár.

Valt bestu loysnina
Bjarni Djurholm sigur, at nýggja ferjulegan verður gjørd nakað longri úti á fjørðinum enn havnin á Drelnesi er.
? Eftir at hava kannað viðurskiftini á fjørðinum og eftir at hava gjørt royndir á Dansk Hydraulisk institutt, eru vit komin fram til, at hetta er tann besta loysnin, sigur hann.
Hetta er ein ferjulega, har útgangsstøðið er, at nýggja suðuroyarskipið kann leggja at bæði eystur og vestur og út og inn eftir molanum, sum skal gerast út á fjørðin. Sostatt hevur hann tveir møguleikar at leggja at og skuldi tí altíð ligið trygt, sama hvussu veðrið er.
?Hetta er ein fyrimunur á Trongisvágfirði, tí sum er, eru tað einir 10-15 dagar um árið, har Smyril ikki fær lagt at á Drelnesi, tá ið tað er ov nógvur vindur av ávísum ættum.
? Men Smyril hevur møguleikan, at leggja at á ídnaðarbryggjuni hinumegin fjørðin, tá ið tað ikki hevur viðrað á Drelnesi.
Men hetta nýggja suðuroyarskipið kann ikki leggja at á ídnaðarbryggjuni og tí er tað avgjørt ein fyrimunur, at hann leggja at bæði eystur og vestur og út og inn á teirri nýggju ferjuleguni, tí so sleppur hann altíð at.

Kostar 50-55 milliónir
Nýggja ferjulegan á Trongisvágsfirði er mett at kosta 55 milliónir .
Men verður ferjuskráin, har Smyril fær lagt út og inn eftir molanum, tikin burturúr, verður kostnaðurin nærri 50 milliónum.
? Tá ið arbeiðið verður boðið út, skulu teir, sum bjóðað, sostatt lata tvey tilboð inn. Annað tilboðið verður uppá eina ferjulegu, har tað ber til hjá skipinum at bæði eystur og vestur framvið bryggjukantinum og út eftir molanum, og hitt tilboðið verður so uppá eina ferjulegu, har tað bara ber til at leggja at eystur og vestur
? Hóast tað avgjørt er ein fyrimunur, er tað ikki heilt neyðugt kunna leggja at út og inn eftir molanum og tí verða báðir møguleikar umhugsaðir.
Í hesum umfari er ætlanin at gera sjálva ferjuleguna. Hinvegin er ætlanin at gera eina farstøð í øðrum byggistigi, so at fólk kunnu vera undir taki og kunnu ganga íland og umborð, uttan at fara eftir biladekkinum og tað er ein fyrimunur, hóast nýggja suðuroyarskipið hevur gongubreytir á biladekkinum.
Farstøðin og landgongubrúgvin fara at kosta fýra, fimm milliónir afturat og verður væntandi gjørt 2005, sigur Bjarni Djurholm.
Tilsamans hevur landsstýrið skotið upp at seta 25 milliónir av til ferjuleguna komandi ár og so verður neyðugt at seta einar 25-30 milliónir av í 2004.

Heldur Trongisvág enn Vág
Nú ætlanin er at gera ferjulegu í Trongisvági, er framvegis onki nýtt um samferðsluhavnina, sum talan hevur verið um at gera í Vági.
?Vit hava ikki fíggjarliga orku til at gera alt og tí mugu vit fyrst og fremst gera tað, sum skal gerast. Og bæði Strandferðslan, Landsverkfrøðingurin og umsitingin í Vinnumálastýrinum hava gjørt púra greitt, at havnalagið í Trongisvági eigur at raðfestast fremri enn havnin í Vági og tað eru tilmæli, eg ikki kann skúgva til viks, sigur Bjarni Djurholm.
Men samstundis sum landsstýrismaðurin ætlar at tryggja nýggju suðuroyarferjuni atløgupláss í Suðuroynni, er meiri ivasamt við atløguplássinum í Havn.
? Tórshavnar Kommuna hevur heitt á Vinnumálastýrið um at betala tann partin av havnaútbyggingini, sum skal til fyri at tryggja nýggju suðuroyarferjuni fast pláss, hvørja ferð, hon kemur til Havnar. Tilsamans vil kommunan hava landið at betala 30 milliónir til endamálið.
? Men eg kann ikki annað enn staðfesta, at tað er ikki peningur til tað,sum er.
Sosatt er tað greitt, at tá ið suðuroyarferjan og Norrøna koma á Havnina ísenn, verður tað suðuroyarferjan, sum má víkja.
? Tað er tí greitt, at av tí at landið ikki kennir sína vitjunartíð fær suðuroyarferjan ikki fast pláss í Havn, men kann væntast at verða flutt aftur og fram, alt eftir, hvar pláss er at liggja.
Somuleiðis hevur Tórshavnar Kommuna biðið kommununa um at betalir ein part av landgongubrúnni, sum skal gerast fyri at ferðafólk við Norrønu og suðuroyarskipinum kunnu fara í land og umborð, uttan at fara eftir biladekkinum, talan er um einar seks milliónir.
? Tað havi eg mælt landsstýrinum til, men higartil hevur undirtøka ikki verið fyri tí.
? Sostatt er Tórshavnar Kommuna farin í holt við at fyrireika eina landgonugbrúgv, sum er gjørd til Norrønu burturav og sum tað tí kanska ikki kann brúkast til suðuroyarskipið eisini og, sigur Bjarni Djurholm.
? Eg haldi, at tað er øvugt at vit brúka so nógvan pening uppá eitt skip, sum skal sigla skjótt og at tyað so skal spilla tíðina burtur at liggja á havnarvág og bíða eftir Norrønu, ella skal verða flutt higar og hagar, alt eftir, hvar atløgupláss er, leggur landsstýrismaðurin afturat.