Tey hava eftirhondini roynt alt.
21-ára gamla Helena Jacobsen fór í fjør summar ni›ur á Malta, og búleika›ist og arbeiddi har frá fyrst í juli til sí›st í oktober. Har ni›ri hitti hon javnaldran Savior Missut og tey gjørdust gó›.
Helena vildi so hava Savior at koma heim til Føroya vi› sær, og tey gjørdu sær tann ómak at útvega honum arbei›i í Føroyum frammanundan. Og fyri at vera vís í, at alt skuldi ganga skjótt og lætt í sambandi vi› innfer›ar- og uppihaldsloyvinum tryggja›u tey sær somulei›is vitan um, hvussu tey skuldu bera seg at í sambandi vi› hesa umsókn.
Mamma Helenu, Heibrith Jacobsen, tosa›i bæ›i vi› føroysku løgregluna, Innlendismálará›i› og danska Udlændingestyrelsen, og øll søgdu ta› sama: Umsóknin skuldi latast Udlændingestyrelsen. Eisini tryggja›u tey sær, at ta› ikki skaddi máli›, um tey bæ›i komu til Føroya á›renn umsóknin var endaliga avgreidd.
Umsóknin komin fram
Ta› gjørdist teimum skjótt greitt, at sum landi› lá, fór hetta bert at ver›a talan um avgrei›sluspurning, tí allasta›ni fingu tey positivar afturmeldingar.
Umsóknin var› so útfylt á Malta og sí›ani send heimtil Føroya, har komandi arbei›sgevarin vátta›i, at hann vikldi geva Savior starv hjá sær. Øll pappír vóru sostatt í lagi, tá máli› var› sent Udlændingestyrelsen.
Og at eingin trupulleiki var, fingu tey sta›fest, tá danski myndugleikin vátta›i, at umsóknin var komin fram – hin 19. September 2006. At avgrei›a slík máli tekur vanliga tveir mána›ir, so ta› var vi› gó›um treysti, at Helena og Savior komu til Føroya 29. oktober í fjør.
Ni›ri frá fingu tey eisini at vita, at máli› var› sent Innlendismálará›num hin 4. oktober, og tí skuldi eftir øllum sólarmerkjum bert veri› hálvurannar mána›i at bí›a, til øll vi›urskifti vóru í lagi. Men tey fingu sanniliga a›ra bók at lesa úr.
Máli› í skeivan bunka
Heibrith ringir trúliga eina fer› um vikuna á Innlendismálará›i› fyri at "halda teimum til eldin", og har fær hon í fyrsta umfari at vita, at alt sá gott út og at máli› helst fór at ganga skjótt og lætt ígjøgnum.
Men tí›in fer um 19. november, sum annars var skeringsdagurin fyri, nær Savior sambært uppl‡singunum kundi rokna vi› at fáa uppihalds- og arbei›sloyvi, og einki hendur. Og tá familjan nú fregnast eftir, hvar máli› liggur, fáa tey at vita, at ta› var enda› í skeivum bunka, og ikki lati› inn sambært fyriskriftunum.
Nú er knappliga alt gali›. Fyri ta› fyrsta er umsóknin sambært Innlendismálará›num latin inn á politistø›ini í Havn, og fyri ta› næsta er umsøkjarin – Savior Missut – longu í Føroyum, tá umsóknin ver›ur innlatin. Bá›ar grundgevingar eru tó skeivar, men nú byrjar eftir øllum at døma ein sannur vavstur í málinum, sum dregur vi›ger›ina út og broytir alt grundarlagi›, sum stø›a annars ver›ur tikin útfrá.
Hurlivasi
Nú vil Innlendismálará›i› vera vi›, at umsóknin av røttum átti at veri› latin inn á donsku ambassaduni á Malta – og hetta útvi› f‡ra mána›ir eftir, at tey av fyrstan tí› fingu máli›.
Aftur standa tey púra paff, men so mi›skei›is í desember mána›i fáa tey at vita, at nú er máli› sent frá Innlendismálará›num til danska Udlændingestyrelsen. Og hetta vóru gó› tí›indi. Og tó.
Tá so Heibrith enn einafer› - tí› seinni – kannar eftir ni›ri, hvussu gongur vi› málinum, fær hon at vita, at har hava tey ikki fingi› nakra umsókn úr Føroyum vi›víkjandi Savior. Og so standa tey har. Innlendismálará›i› pástendur, at tey hava avgreitt máli› og sent ta› ví›ari til Danmarkar, men ni›ri hava tey eingi pappírir sæ›.
Men so sí›st í februar koma pappírini kortini fyri ein dag aftur, og ta› vísir seg, at tey hava ligi› í Innlendismálará›num alla hesa tí›ina.
Sendistova og am-
Bassada upp í leikin
Nú fer ein starvsfelagi hjá Helenu at seta seg í samband vi› ein kenning, i› starvast á føroysku sendistovuni í Keypmannahavn. Samstundis hevur familjan í Føroyum havt samband vi› maltesisku ambassaduna alla tí›ina, og í felag finna tey so fram til pappírini. Altso sí›st í februar.
Ta› vísir seg tá, at Innlendismálará›i› hevur fund um júst hetta máli› um ta tí›ina, og at pappírini framvegis eru í Føroyum.
Nú fáa tey enn einafer› lyfti um, at pappírini ver›a send ni›ur, og fyrst í mars váttar Innlendismálará›i› hetta. Men samstundis ver›ur sagt, at føroysku myndugleikarnir ikki hava vi›mælt, at Savior sleppur at búgva og arbei›aí Føroyum.
Grundgevingarnar eru, at umsóknin ikki var latin inn eftir fyriskriftunum, at umsøkjarin longu var í Føroyum, tá umsóknin var› latin inn og í tri›ja lagi at eingin tørvur var á arbei›smegi her heima, og umsøkjarin tískil fór at taka arbei›i frá herbúgvandi føroyingi.
Sum longu kunnugt eru tvær tær fyrst nevndu grundgevingarnar skeivar, me›an hin tri›ja er í besta lagi ógvuliga ivingarsom. Og ta› stutta av tí langa er væl, at samskifti› innanh‡sis í Innlendismálará›num er vánalig, og somulei›is eisini til donsku myndugleikarnar.
Mugu r‡ma
Í Udlændingestyrelsen eru tey púra ovfarin av gongdini í málinum. Tey vátta›u, at umsóknin var latin rætt inn og at alt vi›víkjandi málinum var fari› rætt fram.
Tey uppl‡stu somulei›is, at tey ikki blint fylgdu vi›mælunum, hvørki positivum ella negativum, og at tey gjørdu sínar egnu kanningar, vi› at hoyra máli› frá bá›um sí›um.
Máli› liggur so hjá donsku myndugleikunum nú, men er fleiri mána›ir seinka›. Hetta hevur tí ført til, at Helena og Savior nú fyrireika seg at flyta aftur av landinum.
Tey bæ›i eins væl og arbei›sgevarin, i› hev›i lova› Savior starv, kenna seg illa vi›farnan, tey bæ›i tí einki svar kemur, og arbei›sgevarin tí hann má bí›a eftir einum starvsfólki, sum hann hevur lati› starv sta›i› opi› til.
Alt skuldi ver›a so gott, tá Helena og Savior fluttu til landi›. Hann til fast starv og hon til sítt gamla arbei›spláss, har hon hevur starvast í 5 ár – nú sum høvu›stænari.
- Eg bú›i og arbeiddi í f‡ra mána›ir á Malta, og har var eingin trupulleiki vi› hvørki uppihalds- ella arbei›sloyvi. Tí er ta› ikki sørt píniligt, at vit skulu vi›fara útlendingar á henda hátt. Serliga tá vit hava gjørt alt eftir bókini og at Savior framman undan hev›i fingi› starv í Føroyum, sigur Helena Jacobsen.
Og at noy›ast at flyta úr egnum landi, tí umsitingin ikki megnar at halda skil á umsóknunum er vælsaktans ikki naka›, vit eiga at vera errin av og vísir bert, hvussu ney›ugt ta› er, at hetta øki ver›ur nøktandi umsiti›.
Myndatxt: Helena Jacobsen og Savior Missut hava nú til fán‡tis bí›a› í mána›ir eftir uppihalds- og arbei›sloyvi. Nú vil Innlendismálará›i› ikki vi›mæla hesum loyvum, tí tey hava flutt runt vi› pappírunum solei›is, at tey nú vísa, at tey ikki eru latin inn eftir fyriskriftunum. Tí fyrireika tey bæ›i seg at r‡ma av landinum aftur.