Mugu bíða eina viku afturat

Tað fekst ongin loysn á spurningin um vegin ígjøgnum Leirvík í sambandi við Norðoyatunnlin á fundinum ímillum Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í innlendismálum, og býráðið í Eysturkommunu í morgun Men kortini sigur Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu, at talan var um ein góðan fund.

- Vit hava umrøtt ymsar møguleikar, sum emætisfólkið í Innlendismálaráðnum nú fara at kanna og so hittast vit aftur um eina viku at viðgera málið víðari, sigur hann í stuttari viðmerking.

- Tað eru partar í verkætlanini, sum eru óloystir og sum fígging ikki er til, eitt nú spurningurin um bátahylin og nú royna at vit at fáa alt at hanga saman, so at vegurin kann verða gjørdur.

Fundurin er komin í lag eftir at býráðið í Eysturkommunu hevur mist tolið við landsins myndugleikum og herfyri noktaði at loyva Norðoyatunlinum framhaldandi íbindingarloyvi í tann kommunala vegin. Býráðið hevur eisini hótt við at seta avmarkaðan stongsul í verk, so at ferðsla bara sleppur til og frá ávísar partar av samdøgurinum.

Men so leingi gongd er í málinum, verða ongi stig tikin í so máta.

Jóhan Christiansen ivast onga løtu í, at landsstýriskvinnan ger, hvat hon kann fyri at loysa málið, men trupulleikin er, at samgongan í Løgtinginum hevur fleiri ferðir boðað frá, at talan verður ikki um at lata eykajáttan til fleiri íløgur í ár.

Og tað er hesin knúturin, sum Annika Olsen nú skal royna at loysa, samstundis sum hin hevur boðað frá, at roynt hevur verið at tingast um at fáa samlaða prísin á verkætlanini niður.