Mugu bíða eftir at taka løg við sær í flogfarið

Ætlanin var, at reglan, sum bannar flogferðafólki at hava meiri enn ein desilitur av løgi við sær í flogfarið, skuldi fara úr gildi um fýra mánaðir, men nú bendir alt á, at tað hendir ikki fyrr enn næsta ár.

Fyri trimum árum síðani kunngjørdi ES, at reglan skuldi setast úr gildi í seinasta lagi tann 29. apríl í ár, og at til ta tíð skuldu allir flogvøllir í ES hava útvegað sær skannarar, sum kunnu skilja ímillum vandaleysan løg og flótandi spreingievni. Men norska VG skrivar nú, at tað verður ikki fyrr enn næsta ár, at flogferðafólk sleppa at taka meiri enn ein desilitur av løgi við sær í flogfarið.

Reglan kom í gildi í 2006, eftir at løgreglan í Bretlandi hevði avdúkað ætlanir um at brúka flótandi spreingievni til at spreingja flogfør, meðan tey vóru á flogi.