Rættiliga óvæntað helt egyptiski forsetin, Hosni Mubarak, røðu í almenna sjónvarpinum í kvøld. Í røðuni vardi hann framferðina hjá løgregluni og trygdardeildunum ímóti mótmælisfólkinum.
Hann bað egyptar leggja sær í geyma, at í grannalondunum hevur ófriðurin ikki elvt til annað enn ótrygg viðurskifti, og hann legði mótmælisfólkið undir at royna at skapa ótrygg viðurskifti í Egyptalandi.
-Tað er stutt ímillum frið og ruðuleika, segði egyptiski forsetin.
Mubarak segði, at hann hevur givið stjórnini boð um at leggja frá sær, og at ein nýggj stjórn verður tilnevnd í morgin.
At enda lovaði forsetin at halda fram við sosialum, búskaparligum og politiskum nýskipanum.










