Føroyska U19-landsliðið hjá monnum skal luttaka í European Open í Gøteborg um mánaðarskifti juni/juli. Lutakastið hevur verið og Føroyar er bólkað saman við Russlandi, Kekkia og Hollandi. Hetta veit almenna Facebook-síðan hjá Hondbóltssambandinum at siga.
Russiska liðið gjørdist nr. 12 í EM-endaspælinum í 2014, meðan kekkiska liðið gjørdist nr. 14. Hollendska liðið vann seg ikki í EM-endaspælið, men endaði nr. 3 í sínum bólki, aftanfyri Kroatia og Makedonia.
Føroyska liðið, sum skal avstað til Gøteborg, telur fleiri leikarar, sum hava royndir úr Atlantic Airways deildini og hava altjóða royndir frá seinasta European Open, U20 EM-undandystum og U21 HM-undandystum. Kappingin er frá 29. juni til 3. juli
Kári Nielsen og Birgir Hansen eru venjarar hjá U19-landsliðnum.