Mótmæla suðuroyarsigling

Javnaðarfeløgini í Suðuroy gera vart við sína ónøgd viðvíkjandi ferðasambandinum til og úr oynni, sum er íkomin, við tað at Smyril er tikin úr sigling.

Verðandi støða, at einki avloysaraskip er tøkt til suðuroyarsiglingina, er ein avleiðing av avgerð Landsstýrins at niðurleggja uttanlandssiglingina og selja Teistan.

Heitt verður á verðandi og komandi umboð okkara á tingi um at bera so í bandi, at henda støða ikki endurtekur seg.


Javnaðarfeløgini í Suðuroy