Seinasta fríggjadagin fekk Leivur Hansen handað mótmælisskriv og uml. 200 undirskriftir frá fólki, sum mótmælir, at »Gamla Hospital« verður tikið niður.
Tórshavnar Skipasmiðja keypti økið fyri nøkrum mánaðum síðani, og ætlanin er, at taka bygningarnar, sum har standa, niður fyri at fáa betri pláss.
Hesar ætlanir eru fólk í grannalagnum hjá Tórshavnar Skipasmiðju ikki so glað fyri, og tí avgjørdu tey, saman við fólki sum hava áhuga fyri fornminnum, at savna inn undirskriftir sum vóru handaðar Býráðnum fríggjadagin.
Bløðini vóru løgd út til tilvildarliga vald arbeiðspláss og handlar, og undirtøkan á hesum plássum var sera góð.
John Eysturoy, sum er ein av stigtakarunum, segði við við Leiv Hansen, býráðsformann, at tiltakið vísti, at tað var møguligt at savna inn nógv fleiri undirskriftir enn tær 200, sum vóru komnar, bert eftir einum degi..