Fiskivinna
Tveir sera snotuligir glastrevjabátar hava seinastu dagarnar ligið við bryggjuna frammanfyri Mekanik í Runavík. Skrokkarnir eru teir somu, AWI STAR 35, men við fyrsta eygnabráð líkjast bátarnir ikki heldur enn kópur og veðragjólingur. Annar, sum er bygdur til sigling við fólki í Grønlandi, er partvís innilokaður omandeks. Hin er bygdur til Mortan Johannesen og er útgjørdur sum fiskibátur burtur av.
Báturin hjá Mortani hevur fingið navnið "Tvíburðar" og varð yvirtikin í gjár, fríggjadagin.
Vit fregnaðust hjá Mortani, hvaðani hann hevur navnið "Tvíburðar".
- Jú, sonur mín, Andrias, hevði verið giftur í níggju ár, áðrenn hann og konan fingu nakað barn. Og tá ið so nakað spurdist burtur úr í so máta, fingu tey bæði tvíburðar. Tí hevur báturin fingið hetta kanska heldur sjáldsama navn, sigur Mortan Johannesen.
Spurdur, hví hann hevur valt at yvirtaka bátin ein fríggjadag, sigur fyrrverandi skiparin og vinnulívsmaðurin, at hann hevur altíð trúð uppá fríggjadag, og tí vildi hann yvirtaka henda snotuliga bátin ein fríggjadag.
- Eg havi einki ímóti at trúgva uppá tað, sum eingin annar trýr uppá, sigur Mortan og smílist.
Væl nøgdur
Mortan er sera fegin um bátin, sum AWI Boats hevur bygt honum.
- Hetta er ein broyttur Aqua Star. Hann er ein slakan metur longri, enn Aqua Star bátarnir vóru og nakað breiðari aftan.
Báturin hjá Mortani er 35 føtur langur; hann hevur eina 360 hk. Volvo maskinu og gongur 20 míl.
Í lastini er pláss fyri 12 kørum, sum eru 380 litrar hvørt. Hesi standa við síðuna av hvørjum øðrum. Fiskurin í kørunum verður niðurkøldur við ísi og sjógvi ella ískræpa.
- Hetta ger, at bestu umstøður eru til góðan fisk, sigur Mortan.
Dekkið á "Tvíburðum" er 18 fermetrar stórt. Báturin hevur 5 íslendskar snellur, og í summar fær báturin eisini línuspæl.
- Nú havi eg ikki fingist við línu, men ætlanin er, at Andrias skal rógva við línu í summar og í heyst, tá ið hann hevur frí.
Andrias er annars skipari á Fuglfirðingi.
Mortan sigur, at báturin hevur ein sonevndan brennioljukomputara, sum eitt nú vísir, nær tú siglir við tí mest økonomisku ferðini.
- Hesin komputarin er bundin saman við gps-aranum. Fert tú t.d. t á Føroya Banka, kanst tú síggja, hvussu nógva olju tú brennur á túrinum, og nær tú siglir mest økonomiskt.
Leingist út á hav
Síðan Mortan gavst sum vinnulívsmaður fyri einum ári síðan, hevur honum longst aftur til sjós, og hesa tíðina hevur hann róð út við einum AWI 27 báti, sum bróðurin eigur.
- Eg eri 59 ára gamal og ælti mær nú at vera útróðrarmaður burtur av, tí mær dámar hetta lívið so ómetaliga væl. Bátin, sum eg nú havi latið byggja, eri eg sera fegin um, og eg gleði meg at sleppa at rógva út við honum, sigur Mortan Johannesen.
Vit kunnu leggja aftrat, at í lugarinum á "Tvíburðum" er gassbluss, kabúss, kuldaskáp, tvær koyggjur og tveir breiðir benkrir ella tilsamans fýra sovipláss.
AWI STAR 35 er í allar mátar ein sera snotuligur og rúmligur útróðrarbátur, sum bæði í dygd og prísi er kappingarførur við allar aðrar bátar av somu stødd.