Einrøðuleikurin um Katharinu von Bora er sera væl móttikin, og spælt hevur verið fyri fullum húsið, men nú er komið til seinastu sýningarnar. Sunnudagin verður spælt fyri seinastu ferð.
Leikurin lýsir lívið hjá Katharinu, tá hon sum smágenta verður send í kleystur, og um hvussu hon og aðrar nunnur vórðu loystar úr fjøtrum. Tær flýggja til Wittenberg, har Martin Luther, reformatorurin, býr.
Morgunstjørnan yvir Wittenberg er ein rørandi søga um harða lívið hjá undangongufólki okkara í Miðøld. Ein heildaruppliving við tónleiki og sjónleiki, har sjálvt hølið setur sín serliga dám á leikgongdina.
Leikbólkurin EYMALEIK stendur fyri leikverkinum í Posthúskjallaranum í Klaksvík.
Rithøvundur og leikari: Eyð Matras
Leikstjór og pallseting: Ria Tórgarð
Ljóðmynd og tónleikari: Magni Husgaard










