Sum ein avleiðing av fíggjarkreppuni løgdu tey bæði størstu íslendsku dagbløðini Morgunblaðið og Frettablaðið saman nú seinnapartin
Ísland gjørdist eitt dagblað fátækari seinnapartin, tá teir báðir kappingarneytarnir, Morgunblaðið og Frettablaðið, gjørdu av at leggja saman, veit netútgávan IceNews at siga.
Samanleggingin hendir sum beinleiðis avleiðing av fíggjarkreppuni, sum hevur elvt til ógvusliga minking í lýsingum og methøgar prísir á pappíri.
Sambært Morgunblaðnum eru hópuppsagnir væntandi, nú bløðini hava lagt saman.
Samanleggingin hevur við sær, at lítil og ongin kapping longur er millum landsfevnandi bløðini í Íslandi, og at støðan tí mest er at líkna við dagblaðsmonopol, siga eygleiðarar.









