Vánaligur moralur og vantandi innlit í, hvat tað vil siga at vera fátøk, fær sjálvt familjur, sum eru væl fyri, at søkja um jólahjálp.
Tað heldur Heidi Boye, eksternur lektari við Copenhagen Business School við Berlingske Tidende.
Blaði hevur fyrr í vikuni skrivað um, at sjálvt fólk, sum hava arbeiiði og nóg mikið at liva av royna at fáa part í jólahjálpini. Tað hava vælgerandi felagsskapir upplýst.
Dømi hava verið um familjur við høgari inntøku, sum hava søkt, og í onkrum føri søkti ein familja um jólahjálpt, tí tey høvdu brúkt ov nógvan pening á eini uttanlandsferð.
- Vit hava høgt skattatrýst í Danmark, og nógv halda, at tá ið tey gjalda so nógv í skatti, hava tey rætt til at fáa nakað afturfyri. Tey halda, at samfelagið er til fyri tey og ikki umvent, sigur Heidi Boye.
Heidi Boye heldur taðð hava týdning, at tey veruliga fátøku ikki eru so sjónlig, og tí er torført hjá øðrum at seta seg inn í, hvussu vánaligt onnur kunnu hava tað.
Tað er tó ikki lætt hjá teimum vælbjargaðu at fáa jólahjálp í Danmark. Bæði Frelsunarherurin, Mødrehjælpen og Dansk Folkehjælp hava fingð sær góðar eftirlandsskipanir, sum skulu tryggja, at bara tey fátækastu fáa hjálp til jóla.











