Í annaðkvøld fer 20 ára gamla Monika Nolsøe til Seoul í Suður Korea. Hon skal umboða Danmark í vakurleikakappingini World Beauty Queen 2019 Pageant í døgunum 16. til 28. august. Stóra finalan verður 27. august.
Tað skal hon, tí hon hevur fingið heiðurin sum "World Beauty Queen Danmark 2019".
Í juni var hon millum tær 25 kvinnurnar, ið kappaðust í donsku vakurleikakappingini Miss Universe Danmark. Hóast Monika Nolsøe ikki vann, so bleiv hon millum 15 tær bestu. Nú stendur ein onnur avbjóðing so fyri skotum - hesa ferð í Suður Korea.