Modernaðir teoretikarar komnir út í bók

Á vári 2004 skipaðu Føroya Fróðskaparfelag og Fróðskaparsetur Føroya fyri fyrilestrarøð við heitinum ?Modernaðir teoretikarar?. Í røðini vóru átta fyrilestrar, sum nú eru komnir út sum greinar í bókini Modernaðir Teoretikarar

     Allar greinirnar viðgera ástøðingar og ástøði, sum høvdu stóra ávirkan í 20. øld og enn eru eins viðkomandi.
      Fýra greinir, tær hjá Jonathan Schwartz, Hans Andrias Sølvará, Firouz Gaini og Turið Sigurðardóttur,  halda seg í høvuðsheitum til at greiða frá ástøði hjá einum ávísum ástøðingi og seta hann í størri høpi. Jonathan Schwartz, lektari emeritus frá Antropologisk Institut, Keypmannahavnar universiteti, leggur fram meginhugsanina í tí 100 ára gamla undirstøðuritinum Protestant Ethic and Capitalism eftir Max Weber (1864-1920) og greiðir frá hvussu ymisk rák hava tulkað Weber. Hann tekur harumframt nøkur skaldslig dømi, m.a. Glataðu spælimenninar, sum svara til greiningina hjá Weber av kapitalisisku menningini. Hans Andrias greiðir gjølla frá teimum árinsmiklu greiningunum hjá Foucault (1929-1984) av valds- og vitanarsamansetingum, og hví tað sambært Foucault er skeivt at greina eitt vitanarøki uttan at seta tað í samband við tey ítøkiligu valdsviðurskiftini. Firouz viðger Gellner (1925-1995) sum tann mikla rationalistin, ið vendi sær harðliga móti allari relativismu og vardi vísindaliga universalismu. Ein av teimum, ið fingu harða móttøku frá Gellner, var Said (1935-2004). Í grein síni kunnar Turið um høvuðsverk Saids, Orientalism, eitt grundrit í eftirlandafrøði ella postkolonialismu. Said byggir á valds- og vitanargreiningarhátt Foucaults, tá ið hann kannar vesturlendsk vísindi um Eystrið og kemur til ta niðurstøðu, at tey eru ein heildardiskursur, knýttur saman við valdi og yvirræði.
     Hinar fýra greinirnar, tær hjá Guðrun Gaard, Maluni Marnersdóttur, Bergi Rønne Moberg og Eriku Anne Hayfield, leggja dent á bæði kunna um ástøði og geva dømi um, hvussu tað verður nýtt, tá ið eitt ávíst evnið verður granskað. Guðrun kunnar um dialogástøðið hjá Martin Buber (1878-1965) og lesur og greinir síðan yrkingar eftir  Regin Dahl út frá tí. Greinin hjá Guðrun er skrivað við støði í gransking hennara sum ph.d.-lesandi á Fróðskaparsetrinum tey seinastu árini. Malan greiðir frá ástøðinum hjá Gérhard Genette (f. 1930) og Juliu Kristeva um, at allir tekstir eru partur av einum tekstkorpusi og greinir síðan eina yrking eftir Carl Jóhan Jensen út frá tí. Malan hevur áður viðgjørt ástøði um millumtekstleika gjølla í doktararitgerðini Hvør av øðrum. Bergur umrøðir ta hermeneutisku listfrøðina hjá Ricoeur (1913-2005) út frá spurninginum um mýtu og modernaðan tilvísingartrupulleika og lýsir hesa listfrøðina í viðgerð av stuttsøguni ?Grylen? eftir William Heinesen. Greinin hevur rót í ph.d.-ritgerðini hjá Bergi um William Heinesen. Erika Anne, ph.d.-lesandi í Edinburgh, kunnar um ymisk ástøði viðvíkjandi brúki, mentan og barnauppaling ið eru bakstøði hennara, tá ið hon síðan greiðir frá brúkaramentan hjá børnum í gjølligastu grein, sum higartil er skrivað um hetta evnið á føroyskum.
     Aftast í bókini er navna- og evnisorðaskrá. Bókin hevur undirheitið Setursrit 2, og tað minnir á, at í  1991 kom Setursrit 1: Hon fekk hug á deyðum manni við 4 greinum. Tvær av teimum eru fyrilestrar frá 25 ára hátíðarhaldi Fróðskaparsetursins í 1990.
     Turið Sigurðardóttir, lektari á Føroyamálsdeildini, hevur ritstjórnað Modernaðir teoretikarar, sum er ætlað studentum, næmingum í teimum hægru skúlunum og øðrum áhugaðum.