Mjólkakvotur á tvingsulssølu

Í Sosialinum frá mikudegnum síggjast tríggjar tvingsulssølur yvir mjólkakvotur í festum í konkurs, men hetta hendir eftir vanligum handilsligum treytum

Trý ymisk festi eru farin á húsagang, og í Sosialinum í mikudagin verða mjólkakvoturnar hjá hesum festum lýstar til tvingsulssølu.
Talan er um kvoturnar hjá Sp/f Eyðanstovugarður í konkurs, Sp/f Frammistova í konkurs og Sp/f Norði í Stovu Garðurin í konkurs.
- Hetta hevur einki við okkum at gera sum soleiðis. Vit umsita festini, men hesi verða rikin á handilsligum grundarlagi, og kunnu tí fara í konkurs eins og allar aðrar fyritøkur, sigur Bjørn Patursson, stjóri á Búnaðarstovuni.
Tað var í 1997, at MBM valdi at seta kvotur á mjólkaframleiðsluna, men trupulleikin var framvegis, at at hesar kvotur ikki vóru umsetiligar.
- Tað vóru fleiri smærri mjólkaframleiðarar, sum fegnir vildu sleppa burtur úr hesum, men tað bar ikki so væl til, tí kvoturnar ikki vóru umsetiligar. Hetta varð tó broytt við nýggju lógini frá 2004, sigur Bjørn Patursson.
Undan broytingini í 2004 vóru eitt stað millum 40 og 50 mjólkaframleiðarar í landinum, men tá kvoturar gjørdust umsetiligar, minkaði hetta talið.
- Nú gjørdust mjólkakvoturnar knappliga ein handilsvøra, og tað merkti, at ein mjólkaframleiðari nú fekk møguleikan at vaksa við at keypa sær meira kvotur. Tað var eisini hetta, ið hendi, og mjólkaframleiðararnir minkaðu nú í tali úr hesum 40-50 niður í teir 28, sum eru í dag, sigur Bjørn Patursson.

Ikki festibrævið
Stjórin á Búnaðarstovuni leggur dent á, at tað er MBM, ið stendur fyri kvotunum, meðan tað er Búnaðargrunnurin, ið veitir lán til mjólkaframleiðararnar.
- Tað, sum vit gera, er at varða av festinum, og góðkenna teir festarar, sum fáa festibræv. Eg kenni tí ikki tær nærri umstøðurnar hjá hesum trimum festarunum, men eftirsum talan er um festi, rikin á handilsligum grundarlagi kann eg bara ímynda mær, at lánibyran er vorðin ov tung, og at lángevarin tí hevur kravt festini á húsagang, sigur Bjørn Patursson.
Men hetta er ikki tengt at festibrævinum sum so.
- Tá mjólkakvotan er seld á tvingsulssølu er tað at rokna sum ein sanering, og sjálvt um festarin í fall hevur mist sína mjólkakvotu, hevur hann ikki mist festibrævið. Tað merkir so, at festarin kann leggja seg á aðra framleiðslu, tað verið seg seyð, kjøtframleiðslu ella grísar, um tað skuldi verið, sigur Bjørn Patursson.
Tað merkir við øðrum orðum, at um festarin missir mjólkakvotuna, missir hann ikki festið.
- Tað kann jú hugsast, at festarin keypir sína egnu mjólkakvotu aftur, og tá er tað jú at rokna sum ein sanering. Eg havi eisini varhugan av, at prísurin fyri kvoturnar er væl lægri enn hann var í 2004. Tá lá hann millum átta og 11 krónur fyri liturin, meðan hann helst liggur munandi lægri í dag, sigur Bjørn Patursson.

Til hægstbjóðandi
Tað sigur seg sjálvt, at tað er munur á at keypa eina mjólkakvotu á 302.352 litrar fyri 11 krónur liturin (3.325.872 krónur) og at keypa sama litratal fyri fimm krónur liturin (1.511.760 krónur).
Og júst hesa støddina av kvotu hava tvey av festunum, ið eru farin í konkurs. Hesi eru Eyðanstovugarður og Norði í Stovu Garðurin. Triðja festi, Frammistova, hevur eina kvotu á 151.100 litrar.
Mjólkakvotunar eru sum nevnt ein handilsvøra, og tá ein handilsvøra verður seld á tvingsulssølu er tað til hægstbjóðandi, kann ein og hvør í prinsippinum keypa. Eisini tann, ið átti vøruna framman undan, sigur Bjørn Patursson.
Tað merkir, at um ein uttanfyri standandi ynskir at keypa eina mjólkakvotu á tvingsulssølu, fyri sjálvur at fara undir fframleiðslu, so ber tað til. Tað einasta ið krevst, er helst at gera eina avtalu um at MBM tekur ímóti. Og tó ikki so mikið sum tað.
- Tað eru ongar avmarkingar í so máta. Hevur onkur hug at fara undir framleiðslu sjálvur og at viðgera og hagreiða mjólkina sjálvur, so finst eingin forðan har heldur. So tað ber í prinsippinum væl til, sigur Bjørn Patursson.
Um so nakar hevur hug at taka av tí møguleikanum er ein annar spurningur.

Byrja av nýggjum
Tað hevur fyrr verið ført fram í Sosialinum, at bøndurnir fáa ov lítið fyri mjólkina. Kapping kann lættliga koma á økið, tí handilsfyritøkurnar so lætt sum onganting kunnu flyta inn útlendska mjólk at kappast í prísi og helst eisini í dygd við føroysku mjólkina.
Bjørn Patursson heldur, at tá mjólkakvoturnar í 2004 gjørdust umsetiligar, var eftirspurningurin størri enn útboðið, og tí gjørdust prísirnir í hægra lagi. Tað er allarhelst hetta, ið kemur aftur um brekku hjá hesum trimum mjólkaframleiðarunum.
- Støðan í dag er helst hin øvugta, at útboðið er størri enn eftirspurningurin, og tí kunnu hesar kvoturnar helst keypast við fyrimuni, sigur Bjørn Patursson.
Hetta ger seg sjálvandi serliga galdandi, tá talan er um eina tvingsulssølu, og tí at eftirspurningurin er avmarkaður.
- Tað er sjálvandi møguligt, at onkur uttan fyri yrkið fer at bjóða, men roknast má við, at møguligir keyparar skulu finnast millum teir festibøndur, sum framman undan hava mjólkakvotu, sigur Bjørn Patursson.
Tað kann sjálvandi hugsast, at verandi mjólkaframleiðarar hava hug at vaksa um virksemið, og hava pláss og møguleika til tess, men mest sannlíkt man helst vera, at verandi festi keypa mjólkakvoturnar aftur. Harvið ber til at byrja av nýggjum við einari skuldarbyrðu, sum mjólkakvoturnar megna at svara.